Margit við Sophie: Føroyar ætla at yvirtaka landslæknaembætið

Margit við Sophie: Føroyar ætla at yvirtaka landslæknaembætið
Arbeitt verður við at yvirtaka landslæknaembætið, vóru boðini frá Margit Stóra, landsstýriskvinnu í heilsumálum, til danska heilsumálaráðharran, Sophie Løhde
Sophie Løhde, danskur heilsumálaráðharri, og Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Mynd: hmr.fo  
 
21.02.2024 - 07:51

Um danska stjórnin ikki longu visti tað, so veit hon tað nú.

Føroyar ætla at yvirtaka landslæknan. 

Tá Margit Stórá, landsstýriskvinna, og Sophie Løhde, innlendis- og heilsumálaráðharri, hittust í Havn mánadagin, segði fekk Sophie Løhde at vita, at ætlanin er at fara undir fyrireikingar at yvirtaka landslæknaembætið. 

Tær báðar tosaðu eisini um PKU-kortini, sum øll skulu til Føroya. Tey fyrstu eru longu komin.

Tær vóru eisini samdar um at arbeiða viðari við sjúkraflutningi í sambandi við álvarsligar smittur, at útbúgva serlæknar í Sjúkrahúsverkinum í Føroyum og veita verndarútgerð í sambandi við tilbúgvingar.

Eftir fundin í Heilsumálaráðnum skipaði Sjúkrahúsverkið fyri rundsýning í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum, har Sophie Løhde fekk høvi at síggja nýggja framkomna sjúkrahúsbygningin.

Seinnapartin vitjaðu Sophie Løhde og Margit Stórá framleiðsluna hjá Apoteksverkinum.

Landsapotekarin greiddi frá, hvussu Apoteksverkið í Føroyum er skipað, og hevði eina rundvísing fyri teimum í framleiðsluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329