Rúsdrekkalýsing strikað

Rúsdrekkalýsing strikað
Eftir at Brúkaraumboðið gjørdi vart við seg, var ein lýsing á Facebook síðuni hjá bong.fo strikað
Bong til at drekka til dømis øl við.
Mynd: Av heimasíðuni funny-stuff.dk.  
 
26.02.2024 - 06:32

Eftir at Brúkaraumboðið gjørdi vart við seg, var ein lýsing á Facebook síðuni hjá bong.fo strikað.

Í lýsingini vera ung eggjað til at keypa eina ølbong ella eina dupulta ølbong til ársins dyst millum Glasir og Kambsdal. 

Lýsingin vendir sær til eitt ítróttatiltak fyri miðnámsskúlanæmingar.

Tí metir Brúkaraumboðið, at lýsingin eisini vendir sær til ung undir 18 ár.

Í marknaðarføringarlógini eru serligar reglur um marknaðarføring, sum vendir sær til børn og ung undir 18 ár.

Millum annað má hon ikki beinleiðis ella óbeinleiðis eggja til rúsevnisnýtslu ella rúsdrekkanýtslu.

Eftir at Brúkaraumboðið setti seg í samband við bong.fo, var lýsingin strikað alt fyri eitt.

Brúkaraumboðið ger ikki meira við málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891