Gistingarhúsini seldu kømur fyri 100-110 millónir í fjør

Gistingarhúsini seldu kømur fyri 100-110 millónir í fjør
Var meirviðisgjald fyri hesa sølu, komu 25 til 30 milliónir aftrat
Ilt er at siga, hvussu nógv ferðavinnan kostar ella gevur føroyska samfelagnum. (Savnsynd)
 
28.02.2024 - 08:17

Føroysku gistingarhúsini seldu kømur fyri 100 til 110 mió. kr. brutto í fjør.

Var meirviðisgjald fyri hesa sølu, komu 25 til 30 milliónir aftrat.

Annars er øgiliga ringt at siga neyvt, hvussu nógv ferðavinnan kostar og gevur føroyska samfelagnum.

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, sum hevur svarað Árna Skaale, løgtingsmanni, sum spurdi um ferðavinnu og kostnað.

Hon sigur bart út, at tveir spurningar hjá Árna Skaale kunnu ikki svarast, tí eingi hagtøl eru.

Árni Skaale spurdi, hvussu nógv stuðulsskipanir hjá ferðavinnuni hava kostað seinastu 10 árini, og hvussu nógv, ferðavinnan rindar landskassanum í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558