Landsstýrismaðurin: Landið fer at játta ítróttaháskúlanum sín part

Landsstýrismaðurin: Landið fer at játta ítróttaháskúlanum sín part
Sambært háskúlalógini kann landið fíggja upp til helvtina av slíkum verkætlanum, og Bárður á Lakjuni sigur seg vera vísan í, at tað verður veruleiki
Nordea-grunnurin hevur játtað slakar 40 milliónir til nýggja ítróttaháskúlan í Vági. Landsstýrismaðurin í mentamálum kennir seg vísan í, at landið eisini fer at játta sín part av byggingini.
Mynd: MAP arkitektar  
 
22.09.2026 - 08:05

- Ætlanin er avgjørt, at landið skal rinda sín part av ítróttaháskúlanum í Suðuroy, og pengar eru settir av næstu árini.

Tað sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, nú skúlin í Vági hevur fingið váttað, at danski Nordea-grunnurin vil lata 39,8 milliónir krónur at byggja nýggjan skúla til háskúlan.

Men Nordea-grunnurin setur sum treyt fyri játtanini, at landið eisini játtar skúlanum somu upphædd.

Og sambært landsstýrismanninum í mentamálum, Bárði á Lakjuni, fer hin helvtin at koma:

- Pengar eru fyrr í ár játtaðir til projekteringina. Nakað vantar tó í, men teir koma næsta ár, sigur hann.

 


Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður. 

 

Projektering og síðani heimildarlóg

Projekteringin skal fyrst verða liðug, og síðani skal heimildarlóg samtykkjast í løgtinginum.

- Tað stendur í háskúlalógini, at landið kann fíggja upp til helvtina av slíkum verkætlanum, og eg eri rættiliga vísur í, at hetta verður til veruleika, sigur landsstýrismaðurin.

- Lagt er upp fyri byggingini næstu árini. Pengar eru settir av á fíggjarlógini hetta til 2029, og eg rokni avgjørt við, at løgtingið fer at siga ja, sigur Bárðaur á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum.

Umframt tær sløku 40 milliónir krónurnar frá Nordea-grunninum, hevur danska fólkatingið játtað fimm millónir krónur.

Vágs kommuna hevur latið byggiøkið.

Sí eisini: Nordea-grunnurin játtað 40 milliónir til nýggjan ítróttaháskúla í Vági

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308