Halda ikki krav um útboð

Halda ikki krav um útboð
Ársfrágreiðingin hjá Landsgrannskoðanini fyri almenna roknskaparárið 2025 vísir enn eina ferð, at reglurnar um at bjóða út vørur og tænastur ikki altíð eru fylgdar 
 
22.09.2026 - 06:39

Ársfrágreiðingin hjá Landsgrannskoðanini fyri almenna roknskaparárið 2025 vísir enn eina ferð, at reglurnar um at bjóða út vørur og tænastur ikki altíð eru fylgdar. 

Stovnar søkja heldur ikki altíð um undantak frá útbjóðingarskylduni, hóast møguleiki er fyri tí. 

Vørur og tænastur, sum kosta meira enn 500.000 kr., skulu bjóðast út alment á Keypsportalinum.

Um keypt verður fyri millum 50.000 kr. og 500.000 kr., skal stovnurin biðja um tilboð frá í minsta 
lagi tveimum veitarum, ella kann hann bjóða keypið út á Keypsportalinum. 

Dømi eru um, at stovnar halda ávísar veitarar vera bestir.

Ella er tænastan so serstøk fyri stovnin, at hon ikki hóskar til vanliga kapping millum fleiri veitarar, heldur stovnurin.  

Landsgrannskoðanin hevur eisini víst á, at einki forðar fyri at biðja um prísir frá fleiri fyri vørur og tænastur, sum kosta minni enn 50.000 kr., so sum so mest fæst fyri skattakrónurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329