Hamas og Fatah ætla at skipa felags palestinska stjórn

Hamas og Fatah ætla at skipa felags palestinska stjórn
Øll palestinska stjórnin á Vestara áarbakka hevur biðið um at verða loyst úr starvi
Mohammad Shtayyeh, forsætisráðharri, og øll hini í palestinsku stjórnini hava biðið um at sleppa frá.
 
28.02.2024 - 09:33

Umboð fyri Hamas og Fatah fara at hittast í Moskva at samráðast um at skipa felags palestinska stjórn.

Tað skrivar russiska tíðindastovan, RIA, sambært norska kringvarpinum.

Hamas og Fatah fara eisini at viðgera spurningin um at byggja Gasageiran uppaftur eftir kríggið við Ísrael.

Hamas hevur valdið í Gasa og Fatah, sum er størsti og mest týðandi vongurin í palestinska frælsisfelagsskapinum, PLO, lutvíst valdið á Vestara áarbakka.

Mánadagin kom fram, at palestinski forsætisráðharrin, Mohammad Shtayyeh, og allir hinir ráðharrarnir hava biðið um at verða loystir úr starvi. 

Orsøkin til, at palestinska stjórnin leggur frá sær, er álopini á Gasageiran og ófriðurin á Vestara áarbakka og í Jerusalem.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025