BBC: Túsundtals fólk fylgdu Navalnyj til gravar

BBC: Túsundtals fólk fylgdu Navalnyj til gravar
Sambært einum mannarættindabólki vóru 22 fólk hildin aftur, og tey sluppu tí ikki at fylgja
Sambært bretska kringvarpinum fylgdu túsundtals fólk Aleksej Navalnyj til gravar í dag.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
01.03.2024 - 15:29

Enn er ógreitt, hvussu nógv fólk fylgdu russiska andstøðuleiðaranum Aleksej Navalnyj, sum fór til gravar í Moskva í dag.

Sambært bretska kringvarpinum var talan um túsundtals fólk.

"Nei til kríggj" og "Russland uttan Putin" vóru nøkur av herrópunum, sum fólk róptu, sigur BBC.

Hóast nógv russiskt politi var til staðar, er bara boðað frá einari handtøku í sambandi við jarðarferðina.

Sambært mannarættindabólkinum, OVD-Info, vóru 22 fólk hildin í heimi sínum, og tey sluppu tí ikki at fylgja.

Danska kringvarpið kann ikki vátta hesar upplýsingar. 

 

Myndir Reuters/AFP/Ritzau Scanpix:
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025