Krevja vallærugrein strikaða alt fyri eitt

Krevja vallærugrein strikaða alt fyri eitt
Heilsuhjálparafelagið og Heilsurøktarafelagið mótmæla, at feløgini eru ikki hoyrd, áðrenn lærugreinin í heilsufrøði var boðin út
Mary Antonsdóttir er forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
04.03.2024 - 13:11

Vallærugreinini heilsufrøði á C-stigi í Miðnámi á Kambsdali eigur at vera strikað alt fyri eitt. 

Tað er kravið frá Heilsuhjálparafelag Føroya og Heilsurøktarafelagnum, sum mótmæla, at tey ikki eru hoyrd, áðrenn lærugreinin var boðin út. 

 

Bingerð H. Fossagil er forkvinna í Heilsurøktarafelagnum. (Savnsmynd)

 

Á heimasíðuni hjá skúlanum stendur, at endamálið við lærugreinini er: at geva næmingum førleikar at viðgera og grunda yvir faklig og almenn viðurskifti innan heilsufrøði, og at fáa innlit í tað at skula starvast við menniskjum.

Einki er galið við sjálvari lærugreinini, ásannar Mary Antonsdóttir, men tað er mannagongdin, sum er skeiv, sigur hon.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

0403224_Mary_Antonsdottir


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
Norðurljóð 2.november 2026
215022
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711