Ursula von der Leyen kemur til Føroya 14. mars

Ursula von der Leyen kemur til Føroya 14. mars
Forkvinnan í ES-nevndini fer eisini at vitja í Grønlandi
Løgmaður beyð forkvinnuni í ES-nevndini til Føroya á vitjan, tá hann var í Brússel í desember.
 
04.03.2024 - 16:32

Nú er greitt, at forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, kemur til Føroya á vitjan  hósdagin 14. mars.

Herfyri ljóðaði, at hon skuldi koma 15. mars, men hetta er broytt til 14. mars.

Ursula von der Leyen fer eisini at vitja í Grønlandi, í sambandi við at ES-nevndin í næstum fer at lata skrivstovu upp í Nuuk.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, beyð forkvinnuni í ES-nevndini til Føroya, tá hann var á vitjan í Brússel í desember. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723