Kvinnur høvdu 'viltran' seksualitet

Kvinnur høvdu 'viltran' seksualitet
Tá tosað var um seksualitetin hjá kvinnunum, sum livdu umleið ár 1900 í Føroyum, var moralur eitt høvuðsevni, tí kvinnurnar máttu temjast
 
08.03.2024 - 11:38

Okkara formøður livdu í einum samfelag, sum var skipað eftir patriarkalskum leisti, har forsyrgjandi maðurin var høvdið í familjuni og hann sum ráddi fyri borgum. Hann átti jørðina og ognirnar, og hansara synir arvaðu tað, sum lá eftir hann. Tí var tað sera umráðandi fyri hann, at tey børn, sum komu undan, vóru hansara. Hetta hevði so við sær, at fylgjast skuldi neyvt við kvinnuni, so hon ikki gjørdist við barn við øðrum manni.

Í skjølum, sum Rigmor Dam hevur kannað, sæst, at kvinnur ikki vóru so glaðar fyri at fara til lækna við egnum kvinnuligum heisutrupulleikum so sum undirlívsbruna, men fekk sonurin eitt prus, so vóru tær skjótar avstað við honum.

- Heilsan hjá kvinnum er verri hjá kvinnum enn hjá monnum, og hetta er ein sannroynd i øllum patriarkalskum samfeløgum. Man er skjótari at gøða og grøða dreingjabørn og menn, tí alt samfelagið byggir á, at tú ikki mást missa forsyrgjaran.

Sjálvt um granskingin hjá Rigmor snýr seg um støðuna, sum hon var fyri meira enn 100 árum síðani, so er støðan soleiðis enn í dag, serstakliga har patriarkalska skipanin ger seg galdandi, og hon er sannførd um at leivdir av hesari hugsan enn gera seg galdandi í heilsuverki okkara í dag.

1659551

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290