Á Breddanum: Fólkaskúlin og útlendskir næmingar

Á Breddanum: Fólkaskúlin og útlendskir næmingar
Tað tykist koma óvart á myndugleikarnar, at fólkaskúlin hevur nógvar útlendskar næmingar, sum skilja lítið og einki av føroyskum
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, verður í útvarpsstovuni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.03.2024 - 09:08

Umleið 220 børn, sum ganga í føroyska fólkaskúlanum, hava ikki føroyskt sum móðurmál. Umleið 120 skilja als ikki føroyskt.

Hóast vit hava vitað tað í fleiri ár, so tykist tað koma óvart á myndugleikarnar, at fólkaskúlin hevur nógvar útlendskar næmingar, sum skilja lítið og einki av føroyskum.

Í vár kom eitt fólkaskúlaálit, sum skuldi vera grundarlag undir aðalorðaskifti um fólkaskúlan, tí lógin um fólkaskúlan skal endurskoðast.

Nógv varð tosað um smærri flokkar og styttri dagar, men einki um, at talið á børnum, sum hava føroyskt sum annaðmál, er vaksið nógv.

Er fólkaskúlin til reiðar at taka ímóti teimum?

Tað spyrja vit um í sendingini í dag.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, verður í útvarpsstovuni. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Sendingin verður stroymd her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525