Váðaráðið: Eingin vandi á ferð

Váðaráðið: Eingin vandi á ferð
Eingi tekin eru um, at systemiskir váðar eru í umbúna í føroyska bankageiranum. Tað sigur Váðaráðið í síni seinastu niðurstøðu
Búskaparráðið væntar, at búskaparvøksturin verður lægri komandi tvey árini, men eingi tekin eru um nakran systemiskan váða í føroyska bankageiranum, sigur Váðaráðið
 
28.03.2024 - 14:09

Váðaráðið metir framvegis, at tað ikki eru tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúna í føroyska bankageiranum, men ráðið varnast, at útlánsvøksturin til kommunurnar er høgur, og at innlánsyvirskotið er minkandi.

At ein váði er systemiskur merkir, at váðin ikki bara er galdandi fyri ein einstakan peningastovn, men allar peningastovnarnar og harvið alt fíggjarkervið.

Útlánsvøksturin í føroysku bankunum var 9,5% í januar í ár og stavar serliga av øktum útlánum til kommunur og almenn feløg. Útlán til tað almenna eru tó ikki heft við sama váða sum útlán til privata geiran, vísir Váðaráðið á. 

Ráðið varnast tó, at spjaðingin av váða er lítil, eftirsum kommunurnar einans læna í Føroyum og mest sum einans frá føroyskum bankum.

Allir teir føroysku bankarnir hava eitt gott gjaldføri. Sambært Fíggjareftirlitinum eigur gjaldførið at vera omanfyri 100%, og sambært roknskapunum hjá bankunum var gjaldførið hjá øllum føroysku bankunum omanfyri 200% við ársenda 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952