Bygging: Eiga at hugsa meira um umhvørvisárin

Bygging: Eiga at hugsa meira um umhvørvisárin
Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum er samd við formannin í Ráðgevarafelagnum, sum heldur, at vit eiga at fylgja grannalondunum og brúka tilfar, sum ikki dálkar so illa
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, sigur, at politiskt ætlar samgongan í fyrstu atløgu at herða byggikrøvini, tá ið ræður um umhvørvisárin. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
03.04.2024 - 14:35

Byggitilfarið, sum vit brúka í Føroyum, letur nógv koltvísúrni, CO2, frá sær, og tí heldur formaðurin í Ráðgevarafelagnum, at vit eiga at fylgja grannalondunum, sum brúka minni betong, stál og aluminium, ið dálka umhvørvið verri enn t.d. timbur.

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, er samd við formannin í Ráðgevarafelagnum, Árna Jakobsen. 

Hon heldur, at vit eiga at hugsa meira um umhvørvisárin, tá bygt verður.

Ingilín D. Strøm sigur, at politiskt ætlar samgongan í fyrstu atløgu at herða byggikrøvini, tá ið ræður um umhvørvisárin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

03042023_Ingilin_og_byggitilfar

 


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290