Einsemi og friður eru í dag marglæti

Einsemi og friður eru í dag marglæti
Flottir bilar og dýr sjampanja er ikki tað, sum ovurrík ferðafólk í Føroyum virðismeta hægst í dag
 
09.04.2024 - 14:25

Lekkrar hotellsvitur, flottastu bilarnir og dýr sjampanja. 

Hetta er í nógvum førum tað, vit áður hava sæð, at múgvandi ferðafólk hava lagt dent á, tá ið tey hava ferðast í Føroyum.

Men í dag er støðan ein onnur.

Tey múgvandi ferðafólkini, sum koma til landið, vilja í alsamt størri mun fáa serstakar upplivingar. Upplivingar, sum vit onnur ikki neyðturviliga seta í samband við marglæti. 

Hetta er eisini millum annað tað, sum nýggj vísandalig grein um burðardygga ferðavinnu í Føroyum staðfestir.

- Autentiskar upplivingar er tað, tey vilja hava. Tað vil siga, at vera boðin inn í eitt privat heim, fáa ein vanligan drekkamunn og práta við tann vanliga føroyingin. Ella at sleppa út á fjørðin at fiska í lítlum báti. Tað eru slíkar upplivingar, tey vilja hava og fegin vilja gjalda fyri, sigur Heðin Poulsen frá Remót Travel. Hann hevur drúgvar royndir við at samanseta marglætisferðir til múgvandi ferðafólk.

Eisini Rannvá Poulsen frá 62 Norð Incoming hevur upplivað broytingina, tá ið tað snýr seg um ferðir hjá ovurríkum útlendingum, sum koma til Føroya at ferðast.

- Marglæti er ikki tað, tað hevur verið. Gamaní koma tey ofta í privatflogfari, ferðast kring oyggjarnar við tyrlu, drekka sjampanju og so víðari, men sum heild eru tað tær meira ektaðu upplivingarnar, sum tey vilja hava. Bara tað at ganga úti í náttúruni uttan at verða órógvað av nøkrum, síggja tey sum marglæti, sigur Rannvá Poulsen.

Í morgunsendingini greiða Heðin Poulsen og Rannvá Poulsen frá marglætisferðavinnu í Føroyum.

 

1665589

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýst - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096