Føroyski heimaflotin hevur verið ov veikur til nýhugsan

Føroyski heimaflotin hevur verið ov veikur til nýhugsan
Meðan nýhugsan og nýggjar vinnur blóma í Íslandi, so tykist einki bera til í Føroyum. Ein munur er, at íslendski flotin er nógv betur fyri enn tann føroyski, heldur ráðgevi
Rógvi Reinert, ráðgevi í Fiskimálaráðnum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.04.2024 - 21:02

- Tað eru fleiri avbjóðingar sum vit mugu loysa, áðrenn vit kunnu fáa gongd á virðisøkingina av øllum tilfeinginum í havinum. Vit mugu byrja onkrastaðni, og tá heimaflotin er so veikur fíggjarliga, ræður tað í fyrstu syftu um at fáa alt til lands so ómakaleyst sum gjørligt, sigur Rógvi Reinert, ráðgevi í Fiskimálaráðnum.

Í 2030 skal einki tveitast aftur í havið, tá fiskur verður hagreiddur umborð á skipi. Alt skal førast til lands, og tað hevur elvt til rættiliga stóra mótstøðu frá pørtum av flotanum.

Reiðarar og fiskimenn bera ótta fyri nógvum eyka arbeiði, sum einki eyka fæst fyri - og eingin tímir at arbeiða fyri einki.

Skip skulu eisini riggast øðrvísi til og plásstrot er eisini ein trupulleiki, sum víst verður á.

 

Alt ber til hjá grannunum
Hvussu ber tað til, at íslendingar eru so frammalaga við at fáa meira burturúr fiskatilfeinginum enn føroyingar?

Hvussu ber tað til, at íslendingar megnaðu at skapa eina fyritøku, sum við skræðu sum grundarlagi kundi seljast 8,2 milliardirkrónur í 2023? Talan var um fyritøkuna Kerecis, sum við fiskaskræðu sum grundarlagi hevði ment serliga viðgerð til sár. Tann fyritøkan varð sett á stovn í 2010.

Í Føroyum hava royndir verið gjørdar millum annað á Eiði at framleiða lýsi og annað, men hon mátti snara lykilin, tí virkið fekk ov lítið av rávøru. 

Talan var um fyritøkuna Atlantic Biotechnology, sum skuldi reka virksemi innan biotøkni. Farið var ígongd í 2005/06, men longu í 2012 var seinasti roknskapurin latin inn og felagið strikað - hann hevði eisini givið hall øll árini, hóast marknaður var fyri framleiðsluni - har var bara ov lítið av rávøru. 

Um júst somu tíð byrjaðu íslendingar at menna felagið, sum seinni var selt víðari fyri fleiri milliardir.

 

"Tað ræður um at hava nógmikið av peningi til raksturin av skipinum, pengar til umvælingar og olju. Veiðan skal geva pening her og nú. Íslendski flotin hevur verið nógv sterkari, og hevur havt orku at hugt frameftir. Vit kunnu siga, at føroyska undirstøðukervið er alt ov veikt"

Rógvi Reinert, ráðgevi í Fiskimálaráðnum

 

Íslendingar framleiða eisini hópin av øðrum vørum burtur úr slógvi, sum bæði umfatar høvd, avskurð, skræðu og annað av fiski.

Tað, sum gekk frægast í Føroyum var Høvdavirkið í Leirvík, men har varð alt bundið upp á marknaðin í Nigeria, og tá hann sveik, so gekk heldur ikki í Leirvík. Rognaframleiðsla var eisini á Kovanum í Sandavági, men tann framleiðslan varð seinni flutt av landinum.

Nøkur hátøkni er ongantíð ment í Føroyum við góðum úrsliti.

 

Ov veikur heimafloti
Sambært Rógva Reinert er ein av stóru mununum millum íslendsku og føroyski fiskivinnuna, at tann føroyski heimaflotin hevur verið so illa fyri seinastu 20 árini. Har hava snøgt sagt ikki verið ráð til at hugsa langt fram.

- Tað ræður um at hava nógmikið av peningi til raksturin av skipinum, pengar til umvælingar og olju. Veiðan skal geva pening her og nú. Íslendski flotin hevur verið nógv sterkari, og hevur havt orku at hugt frameftir. Vit kunnu siga, at føroyska undirstøðukervið er alt ov veikt, sigur Rógvi Reinert.

 

Menna tøkni
Rógvi Reinert sigur, at tíðn er komin at seta eina langtíðarætlan í verk og fara undir at menna skipanir, so alt av fiskinum kemur til lands uttan at hetta leggur størri arbeiðstrýst á sjómannin.
- Tað skal vera tekniskt lætt at fáa alt til høldar, sigur Rógvi Reinert.

Hann sær fyri sær, at tá arbeitt verður við fiskinum umborð, so skulu avskurðir og annað slógv ikki fara í eina slisku og út á sjógv, men heldur beinleiðis í ein tanga, sum skal framleiða súrløgu at selja, tá komið verður til lands. Hetta kann so millum annað seljast til Havsbrún at brúka í fóðurframleiðslu.

- Hetta er ikki nøkur hátøkni framleiðsla, men vit mugu byrja onkrastaðni, sigur Rógvi Reinert.

Tá ferð er komin á, so kunnu skipini finna aðrar háttir at hagreiða fiskin og virðisøkja uppaftur meira.

Avbjóðingin er, at nógv skip eru so mikið lítil, at plásstrot er ein avbjóðing. Og tað er júst har, at eitt menningararbeiði skal gerast.

 

Atkvøðugreiðsla

Tú hevur eisini møguleika at gera tína meining um málið galdandi.

Her á heimasíðuni verður skipað fyri einari atkvøðugreiðslu millum tykkum lesarar. Leinki er niðanfyri:

Hvat heldur tú? Skal alt av fiski lóggevast til lands?


 

FAKTA: Blóð er undantikið

Eitt undantak er í kunngerðini, hvat skal førast til lands. Tað stendur í grein 2, har lívfrøðiligt tilfar verður greinað. Har stendur:

"Lívfrøðiligt tilfar er akt av fiski, so sum høvd, rogn, livur, ryggir, innvølur, skræða, fráskurðir o.s. fr. Blóð er undantikið."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179