Ráfiskakeyparar: "Óðamannaverk at taka fiskavirkisskipanina av"

Ráfiskakeyparar: "Óðamannaverk at taka fiskavirkisskipanina av"
"Um fiskavirkisskipanin verður tikin av, er vandi fyri, at fyritøkur fara av knóranum," sigur Niclas Strauss, nevndarlimur í Føroya ráfiskakeyparafelag
Nevndin í Føroya ráfiskakeyparafelag. Nicolas Stauss, nevndarlimur, stendur uttast til høgrun, tiltakslimur.
Mynd: Vinnuhúsið  
 
16.04.2024 - 13:00

Niclas Strauss er bæði nevndarlimur í Føroya ráfiskakeyparafelag og virkisleiðari í Tavuni í Leirvík. 

Hann heldur, at tað er óðamannaverk at taka fiskavirkisskipanina av, tí summar fyritøkur hava størri tørv á Fiskavirkisskipanini enn aðrar.

"Um fiskavirkisskipanin verður tikin av, er vandi fyri, at fyritøkur fara av knóranum," ávarar Niclas Strauss vegna Føroya ráfiskakeyparafelag.

 

Fiskavirkisskipanin skal aftur á beint

Føroya ráfiskakeyparafelag hevur sent út tíðindaskriv í sambandi við, at felagið hevur haft aðalfund.

Í tíðindaskrivinum ávarar Føroya ráfiskakeyparafelag ímóti at avtaka fiskavirkisskipanina, og mælir til, at fiskavirkisskipanin skal aftur á beint. 

Tað er neyðugt at fáa fiskavirkisskipanina aftur á beint. Aftur til tað, hon upprunaliga var ætlað til: Eina skipan fyri vanligu flakavirkini, skrivar Føroya ráfiskakeyparafelag í tíðindaskrivinum. 

"Fiskavirkisskipan var upprunaliga ætlað vanligum flakavirkjum, har rávørutilgongdin er skiftandi alt eftir, hvussu fiskiskapurin var. Í dag fevnir skipanin eisini um uppisjóvarvirki, kryvijivirkir og fiskamjølvirkir."

Føroya ráfiskakeypararfelag

 

1667390

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860