ÍF skal hava nýggjan venjara - Alexandar Jovevic koyrdur til hús

ÍF skal hava nýggjan venjara - Alexandar Jovevic koyrdur til hús
ÍF boðar í kvøld frá á sínum Facebook-vanga, at felagið endar samstarvið við Alexandar Jovevic, venjara, og Bartal Eliasen, hjálparvenjara
ÍF hevur koyrt venjaran Alexandar Jovevic
Mynd: ÍF á Facebook  
 
17.04.2024 - 19:39

Tað er ikki ov nógv sagt, at tað hevur gingið av skriðjuni hjá ÍF í bestu mansdeildini í fótbólti. 

Nú fimm dystir eru spældir, so hevur ÍF tapt teir allar, og liðið, ið liggur væl og virðiliga aftast, hevur eina málúrtøku upp á minus 23.

ÍF hevur bara skotið eitt mál, meðan 24 mál eru farin inn.

 

Venjarin uppsagdur

Tað hevur nú fingið starvsnevndina hjá ÍF at handla og koyrt bæði venjaran Alexandar Jovevic og hjálparvenjaran Bartal Eliasen. 

Í síni fráboðan á Facebook-vanganum, skrivar starvsnevndin hjá ÍF, at samstarvið er endað, og at ÍF takkar Alexander Jovevic og Bartali Eliasen fyri tíðina.

 

Stórtapið móti EB/Streymi var dropin

Úrslitini lúgva ikki. 0-5, 1-8, 0-4, 0-1 og 0-6. Tað eru altso farin í miðal 4,8 mál inn pr. dyst hjá ÍF í teimum fimm dystunum, meðan ÍF-leikararnir bert hava skorað 0,2 mál pr. dyst. 

Við til søguna hoyrir tó, at ÍF hevur spælt móti øllum bilunum til meistaraheitið, nevniliga Víkingi, HB og KÍ. 

Tískil er tað nokk svíðandi 0-5 tapið móti EB/Streymi, ið hevur fingið bikarið endaliga at flóta yvir. 

Næsti dysturin hjá ÍF er móti uppflytarunum úr Runavík, NSÍ, á heimavølli. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804