Óli toppskjútti í Sävehof-finalusigri

Óli toppskjútti í Sävehof-finalusigri
Føroyski landsliðsbakkurin Óli Mittún var toppskútti við átta málum, tá IK Sävehof vann í fyrstu finaluni um svenska meistaraheitið
Óli Mittún (her ímóti Norðumakedónia á Hálsi) var toppskjútti í finalusigri um SM
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.05.2024 - 20:30

Óli Mittún var toppskjútti við átta málum, tá IK Sävehof vann 28-27 á Ystads IF í fyrstu finaluni um svenska meistaraheitið í Partille Arena.

Dysturin var javnur, og støðan í hálvleikinum var 12-12. Eftir steðgin var ongantíð meir enn eitt mál á muni fyrrenn ímóti endanum. Tá eydnaðist heimaliðnum at skjóta trý á rað - tað seinasta av hesum skoraði Óli Mittún - og so var 26-23. 

Tað var nóg mikið til sigurs, og føroyska supertalentið, sum júst er valdur sum besti spælskipari í svensku deildini hetta kappingarárið, og hinir í Sävehof hava  tikið fyrsta fetið ímóti svenska meistaraheitinum.

Onnur finalan verður mikukvøldið, tá Ystads er á heimavølli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386