Útlendingastovan: Neyvan fleiri uppihaldsloyvi givin, meðan verkfall er

Útlendingastovan: Neyvan fleiri uppihaldsloyvi givin, meðan verkfall er
Treytin fyri at fáa útlendingar til arbeiðis er, at fólkini ikki verða sett í størv, sum eru leys, tí verkfall er
Útlendingastovan er tó hoyringarpartur og skal tryggja, at útlendingar ikki verða settir í verkfalsrakt størv.
 
21.05.2024 - 18:00

Um ein arbeiðsgevari vil hava útlendingar til Føroya at arbeiða, er tað ein treyt, at hesi ikki verða sett í størv, sum eru leys, tí verkfall er.

Arbeiðsgevarar sleppa sostatt ikki at misnýta fast-track-skipanina fyri at fáa útlendingar til Føroya at arbeiða, nú fýra arbeiðarafeløg eru í verkfalli.

 

Heri Reynheim, formaður í Havnar arbeiðarafelag. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Formaðurin í Havnar arbeiðarafelag, Heri Reynheim, førdi fram í síðstu viku, at útlendingar verða settir í størvini hjá teimum arbeiðarunum, sum eru í verkfalli í løtuni. 

Útlendingaøkið er danskt málsøki. Tí er tað danska SIRI - Styrelsen for International Rekruttering og Integration -  sum umsitur arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. 

 

Sólva Gunnarsdóttir Dam, deildarleiðari á Útlendingastovuni.

 

Útlendingastovan er tó hoyringarpartur, og tað skal tryggja, at útlendingar ikki verða settir í verkfallsrakt størv, sigur Sólva Gunnarsdóttir Dam, deildarleiðari á Útlendingastovuni:

 

21052024_Solva_1

 

Tað verða neyvan givin nýggj uppihaldsloyvir, meðan verkfall er, um talan er um verkfalsrakt arbeiði, sigur Sólva Gunnarsdóttir Dam.

Mælir Útlendingastovan frá at geva uppihaldsloyvi, verður helst lurtað eftir tí:

 

21052024_Solva_2

 

Útlendingastovan hevur onga ábending um, at arbeiðsgevarar misnýta fast-track-skipanina til at fáa útlendingar til Føroya, meðan verkfall er:

 

21052024_Solva_3

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. mars
Beinleiðis úr Studio 5: Crowberry Band
205187
Fríggjadag 6. mars
Morgunlestur fríggjadagur 6.mars 2026
204720
Hósdag 5. mars
RagnarRokk 5.mars 2026
204436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175