Kongshjúnini vitja í Havn, á Eiði og í Suðuroy

Kongshjúnini vitja í Havn, á Eiði og í Suðuroy
Fríðrikur kongur og Mary drotning vera í Føroyum frá 12. til 14. juni
Kongshjúnini koma til Føroya 12. juni.
 
23.05.2024 - 14:13

Fríðrikur kongur og Mary drotning vitja í Havn, á Eiði og í Suðuroy, tá ið tey koma til Føroya frá 12. til 14. juni.

Hetta er fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðani tey tóku við trónuni. 

Hjúnini sleppa at uppliva føroyska mentan, náttúru og heilsa uppá føroyingar í øllum aldri. Kongshjúnini fara av landinum aftur fríggjadagin 14. juni. 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini.

Nærri skrá kemur seinni, sigur Løgmansskrivstovan. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804