
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hákun ímóti Jóhan í European League-finaluni

Hákun West av Teigum og Jóhan á Plógv Hansen skulu spæla ímóti hvørjum øðrum í European League-finaluni sunnudagin.
Tað er greitt eftir hálvfinalurnar, har Füchse Berlin smurdi Rhein-Neckar Löwen av, meðan Flensburg-Handewitt skúgvaði Dinamo Bucuresti til viks.
Hákun kom inn - Jóhan stórspælandi
Füchse Berlin kom afturum tíðliga ímóti Rhein-Neckar Löwen, men eftir at Hans Lindberg skeyt høvuðsstaðarfelagið framum 7-6 miðskeiðis í fyrra hálvleiki, gekk bert ein veg, og Füchse Berlin vann 33-24.
Royndi danin spældi meginpartin av dystinum á høgra vongi, men ímóti endanum fekk Hákun West av Teigum kjansin, og hann skoraði upp á sína einastu roynd.
Jóhan á Plógv Hansen fann stórspælið fram, tá Flensburg-Handewitt vann sannførandi á Dinamo Bucuresti í European League-hálvfinaluni
Jóhan á Plógv Hansen var flúgvandi í sigrinum hjá Flensburg-Handewitt. Hann skjeyt ikki minni ennn níggju mál upp á níggju royndir, og norðurtýskararnir vunnu sannførandi 38-32 ímóti rumenunum.
Finalan verður sunnudagin seinnapart klokkan 17:00.