Ókeypis fyribyrging og frálæra um nøring hava færri fosturtøkur við sær

Ókeypis fyribyrging og frálæra um nøring hava færri fosturtøkur við sær
Í Finnlandi hava tey góðar royndir av hesum tiltøkunum, og nógv færri tannáringar fáa fosturtøku nú
Diana Reynstind er serlækni í kvinnusjúkum á Landssjúkrahúsinum.
 
04.06.2024 - 13:47

Ung í Føroyum áttu at fingið ókeypis fyribyrging í boði, og frálæra um nøring átti at verið kravd á miðnámsskúlum.

Tað heldur Diana Reynstind, serlækni í kvinnusjúkum á Landssjúkrahúsinum. 

Í Finnlandi er talið á tannáringum, sum fáa fosturtøku, minkað nógv. Árini 2000 til 2023 er talið minkað 66 prosent. Hjá teimum 18 ára gomlu og yngri er minkingin 78 prosent sama tíðarskeið.

Orsøking til minkingina er tilboðið um ókeypis fyribyrging og kravda frálæru um nøring í øllum skúlum, sigur finski heilsustovnurin THL, sambært finska kringvarpinum YLE.

Fyri sløkum 10 árum síðani kom tilboð um ókeypis fyribyrgingarevni í Finnlandi. 

Diana Reynstind, serlækni í kvinnusjúkum, mælir til, at ung í Føroyum kunnu fáa bjóðað ókeypis fyribyrging.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

04062024_Diana_um_fyribyrging


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672