Lýsa umstøðurnar hjá fosturforeldrum

Lýsa umstøðurnar hjá fosturforeldrum
Granskingarráðið hevur játtað pening til spurnakanning, sum Fosturforeldrafelagið stendur fyri
Annlis Bjarkhamar er forkvinna í Fosturforeldrafelagnum. (Mynd av Facebook-vanga)
 
06.06.2024 - 09:08

Nú skulu umstøðurnar hjá fosturforeldrum lýsast.

Granskingarráðið hevur játtað meira enn 200.000 kr. til at gera spurnakanning, sum skal lýsa lutin at vera fosturforeldur.

Tað er Fosturforeldrafelagið, sum stendur fyri kanningini.

- Lítil vitan er um umstøðurnar hjá fosturforeldrum, og tí vilja vit seta sjóneykuna á tað, sigur Annlis Bjarkhamar, forkvinna í felagnum:

 

06062024_Annlis_Bjarkhamar

 

Hagtalsfrágreiðingin frá Barnaverndarstovuni fyri 2023 er ikki komin enn, men tølini fyri 2022 vísa, at tað eru 94 fosturforeldur.

104 børn eru sett heiman, og av teimum eru 80 prosent til fosturs og búgva burturav hjá fosturfamiljum.

20 prosent eru á barnaverndarstovni.

Harumframt eru umleið 60 børn til umlætting fastar dagar hvønn mánað. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762