Seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at smugla hassj

Seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at smugla hassj
Maðurin játtaði seg sekan í rættinum
Dømdi maðurin er latin leysur, og hevur 14 dagar at umhugsa dómin. (Savnsmynd)
 
06.06.2024 - 14:57

Ein maður er í Føroya rætti í dag dømdur sekur í at hava smuglað trý kilo av hassji til Føroya.

Hann er dømdur seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, og hald verður lagt á bæði hassjið og bilin, sum hann smuglaði hassjið í.

Maðurin, sum kom við Norrønu úr Danmark í gjár, var tikin í tollinum, tí hassj var í bilinum.

Maðurin játtaði seg sekan í rættinum.

Hann er latin leysur, og hevur 14 dagar at umhugsa dómin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541