Arbeiðsgevararnir: Haldið fram sum vanligt

Arbeiðsgevararnir: Haldið fram sum vanligt
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur biðið sínar limir um at halda fram við sínum vanliga virksemi, við tí arbeiðsmegi sum er tøk
Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.06.2024 - 14:53

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í dag biðið sínar limafyritøkur um at útinna alt tað arbeiðið, sum møguligt er í einum verkfalli. Tað skrivar Vinnuhúsið í tíðindaskrivi.

Hetta merkir millum annað, at limafyritøkur ikki skulu góðtaka ólógligar fysiskar blokadur, at tey starvsfólk, sum ikki eru í verkfalli, eru til arbeiðis sum vant, og loysa sínar vanligu uppgávur, í tann mun tað ber til, og at limafyritøkur ikki uttan víðari skulu góðtaka krøv ella treytir, sum arbeiðarafeløgini seta fyri at fáa undantøk frá verkfallinum ella frá blokadum.

”Vit høvdu vónað, at semingsroyndin fór at enda við einari semju, men nú eingin vilji var at samráðast, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag tað vera sína skyldu at viðvirka til, at samfelagið kann virka so vanligt, sum tað ber til í einari verkfalsstøðu,” sigur Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelagi, í skrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234