Burðatalið fellur framvegis

Burðatalið fellur framvegis
Síðstu 12 mánaðirnir eru einans 555 børn fødd í Føroyum. Harvið heldur gongdin við fallandi burðatali fram
 
11.06.2024 - 16:02

Ein stórur árgangur er á veg inn um skúlagátt. Sambært einum yvirliti frá Undirvísingarstýrinum byrja heili 765 børn í 1. flokki eftir summarfrítíðina. Talið fevnir um fólkaskúlan (747 næm.), teir tríggjar frískúlarnar og sertilboðið á Skúlanum á Trøðni. 

Til samanberingar byrjaðu 761 børn í 1. flokki í august 2023. Og árið fyri var talið um 730 børn.  

 

Næmingar í 1. flokk kring landið eftir summarfrítíðina

fyrsta_flokk.png

Title text: 
Kelda: Undirvísingarstýrið
 

Í fimm skúlum kring landið byrjar eingin næmingur í 1. flokki eftir summarfrítíðina. Teir eru Porkeris, Skálavíkar, Haraldssunds, og Húsar/Syðradals skúli. Í yvirlitinum er heldur ikki Sandoyar Meginskúli, tí yngstu næmingarnir í oynni ganga í øðrum bygdaskúlum. 

 

Stóra talið av børnum, sum fara í skúla fyri fyrstu ferð eftir summarfrítíðina, er í andsøgn við fallandi burðatalið í Føroyum. 

Nýggjársdag bar til at staðfesta, at í 2023 vóru 574 børn fødd í Føroyum. Talið var tað lægsta í nýggjari tíð. Sjálvt í kreppuárunum fyrst í nítiárunum, við stórari fráflyting úr Føroyum, blivu fleiri børn fødd í Føroyum. Burðatalið var 668 í 1994 og 644 árið eftir. Eitt árið líkist árinum í fjør. Tað var 2011, tá 581 børn vóru fødd í Føroyum. 

Nú hevur Hagstovan gjørt upp tøl, ið staðfesta, at aktuella minkingin í burðatalinum heldur fram. Frá mai 2023 til mai 2024 blivu fødd 555 børn í Føroyum. Sama tíðarskeið árið fyri, frá mai 2022-2023, blivu fødd 634 børn í Føroyum. 

 

Burðartal síðani 1990

 

Gongdin við fallandi burðatali fer at síggjast aftur næstu árini. Undirvísingarstýrið hevur ikki gjørt kvalifiseraðar framskrivingar av, hvussu nógv børn fara í skúla næstu árini. Tey hyggja at burðatalinum og gera annars støðuna upp einaferð um árið, tá innskrivingin í skúlarnar er liðug í februar mánaði.

Tað er tó ein ávís óvissa við einans at hyggja eftir burðatalinum. Tí aftrat talinum kemur tilflyting og møgulig fráflyting, ið kann vera trupul at spáa um, fleiri ár fram í tíð. 

Tórshavnar kommuna hevur tó gjørt eina greining, ið byggir á staðfesta burðatalið í kommununi. Við í framskrivingini eru tey børn undir skúlaaldur, sum í dag búgva í Tórshavnar kommunu.

FAKTA: Framskrivað næmingatal:

2024 292
2025 315
2026 300
2027 302
2028 270
2029 269
2030 218
Kelda: Tórshavnar kommuna 

Myndin er greið. Skúlarnir fáa nógvar næmingar í ár og næstu árini, men síðani minkar talið rættiliga nógv. Verður eingin tilflyting í Tórshavnar kommunu, so fara nærum 100 børn færri í fyrsta flokk í 2030, enn tað fara í 2025.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459