Marjun Lómaklett prædikar á ólavsøku

Marjun Lómaklett prædikar á ólavsøku
Tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni hevur gudstænastuna á ólavsøku
Marjun Lómaklett, prestur, prædikar á ólavsøku í ár.
 
12.06.2024 - 08:28

Marjun Lómaklett skal prædika í Havnar kirkju á ólavsøku.

Tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni hevur gudstænastuna á ólavsøku. 

Í ár er Marjun Lómaklett presturin.

Í apríl 2015 tók Marjun við embætinum sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi. Hon hevur eisini eitt skifti virkað sum integratiónsprestur.

Marjun Lómaklett var prestvígd í januar 2002 í Aalborg dómkirkju.

Hennara fyrsta kall var í Sæby í Norðurjútlandi. 

Marjun búði í nógv ár í Katar og Sameindu arabisku emiratunum, har hon virkaði sum óløntur hjálparprestur í Anglikansku kirkjuni og norsku-svensku sjómanskirkjuni, stendur á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286