Tú skalt eiga fyri at keypa

Tú skalt eiga fyri at keypa
Skalt tú inn á sethúsamarknaðin, er neyðugt við stórum upphæddum á bók
Savn.
Mynd: Sethúsabygging.  
 
16.06.2024 - 12:40

Tú hevur leitað og leitað, og knappliga standa tíni dreymahús á sølulistanum.  

Men peningastovnurin setur nú tvey krøv, fyri at tú kanst sleppa at lána hasar milliónirnar. 

Eigur tú ein part av keypsprísinum, og er inntøkan nóg stór til at bera skuldina, kanst tú møguliga sleppa at keypa. 

 

Ein skynsom fíggjarstøða má til

Brian Smedemark er rakstrarstjóri í Føroya Banka. Hann sigur, at um tú vilt keypa tær okkurt at búgva í, er neyðugt at eiga tøkan pening og hava eina skynsama fíggjarstøðu. 

Fyri tað fyrsta skalt tú eiga pengar til innskotið. Har er tummilsreglan, at keyparin skal eiga í minsta lagi 10 prosent av keypsprísinum. Í summum førum kann peningastovnurin víkja frá hesum, men so skulu umstøðurnar loyva tí. Eitt nú um inntøkurnar eru størri enn miðal, ella keyparin eigur okkurt virði.  

- Tað minsta kravið, sum vit seta, at tú skalt koma við – avgjørt minsta kravið -  er sjey prosent av keypsprísinum, sigur Brian Smedemark. 

Haraftrat skal inntøkan kunna bera skuldina. Bankaráðgevin vil vita, hvussu nógvan tiltøkupening tú eigur. Tað er tann upphæddin, sum er eftir á kontuni hvønn mánað, eftir at allar tær føstu útreiðslurnar eru goldnar. 

Fyri tvey vaksin og tvey børn er kravið hjá Føroya Banka um tiltøkupening 16.000 krónur um mánaðin. Tað eru pengar, sum millum annað skulu nýtast til tannlækna, frisør, klæðir, mat og uttanlandsferðir. Alt, sum ikki hoyrir til tær føstu útreiðslurnar. 

Sambært Brian Smedemark, nýta peningastovnarnir eisini tað, sum eitur skuldarlutfall. Tá faldar peningastovnurin samlaðu árligu inntøkuna hjá húsarhaldinum við eitt nú trý. Tað talið er upphæddin, sum húskið kann lána fyri. 

- Eitt gott peilimerki er, at tað skal helst ikki vera størri enn trý. Tá byrjar skuldarbyrðan at verða ov stór. 

 

 

Á bygd ella í bý 

Yvirskipaðu krøvini um tiltøkupening og innskot eru tey somu, sama um tú vilt búgva í Havn ella á bygd, men ymiskt kann ávirka kravið hjá peningastovnunum.

- Tað er eingin munur á krøvunum vit seta um tiltøkupening og eginfígging, um tú keypir í Havn, á bygd ella á smáplássum. Men vit taka útgangsstøði í kundanum, sum vil keypa, og vit syrgja fyri, at tá tú ert liðugur at byggja, ella hevur keypt, at tú so ikki situr í eini pressaðari fíggjarstøðu. 

Tað er týdningarmikið, at keyparin í mesta lagi hevur eina skuld, ið svarar til tað virðið, sum ognin kann seljast fyri. Tí skal keyparin á bygd í summum førum eiga meira í innskoti. Tað kemur fyri, at hús á bygd ikki samsvara í virði og keypsprísi, sigur Brian Smedemark. 

- Tað kann vera sjúka ella skilnaður, sum gera, at tú ert noyddur at selja. Tá skalt tú ikki hava størri skuld enn húsini eru verd. Tað er orsøkin til, at vit ráða fólki til at hava meira pengar og gjalda meira sjálvi, um nú virði ikki samsvarar við tað, sum húsini verða bygd fyri. 

 

Keypsmynstri broytist 

Tað er eingin loyna, at húsaprísirnir í Havnini í nógv ár hava verið ómetaliga høgir.  

- Havnin var kanska tað fyrsta staðið, sum fór gallopperandi avstað.  So vóru tað nakrir av teimum størru býunum. So var tað Eysturoyggin við Sjóvar kommunu og Nes kommunu.  

Felags fyri hesi økini er, at undirstøðukervið broytist. Eysturoyartunnilin hevur uttan iva gjørt Eysturoynna meira lokkandi, og tann sama gongdin sæst nú nú eisini sunnanfyri. 

- Tað, sum man eisini sær nú sum nakað heilt nýtt, er, at vøkstur er í Suðuroynni og Sandoynni. Tað er sera jaligt fyri tey, sum eiga hús har, og eisini fyri tey, ið ætla at keypa í økinum, sigur Brian Smedemark. 

Sambært honum, sæst ein vøkstur í keyp og sølu av ognum uttan fyri Havnina. Hetta í sær sjálvum talar fyri, at tað nú er lættari at fíggja sethús uttan fyri miðstaðarøkið. Um henda gongdin heldur fram, er størri møguleiki fyri, at tað, sum verður bygt á bygd, hevur eitt realistiskt stórt virði. 

 

Nógv er broytt, og tó 

Á summum økjum er tað nógv, sum er broytt, sigur Brian Smedemark. Men eitt nú tiltøkupeningurin er ikki nakað, sum peningastovnanir broyta sum vindurin blæsur. 

Spurdur um peningastovnarnir fara at seta enn strangari krøv um, hvussu nógvan tiltøkupening, ein keypari skal hava, er svarið hetta:

- Sum prísvøksturin er beint nú, verður kravið í øllum førum ikki minni.. Tað kann gott hugsast, at tað verður størri, men ongar ítøkiligar ætlanir eru um tað beint nú, sigur Brian Smedemark at enda. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. desember
Góðan morgun Føroyar
184631
Mikudag 4. desember
Morgunlestur mikudagur 4. desember 2024
183616
Týsdag 3. desember
LEITISSTEIN 03.12.2024 (Jólasoul)
184618
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482