122 lærarastørv leys í fólkaskúlanum næsta skúlaár

122 lærarastørv leys í fólkaskúlanum næsta skúlaár
Talan er um 30 føst størv og 92 tíðaravmarkað størv
Nógv fleiri tíðaravmarkað lærarastørv eru í fólkaskúlanum enn lærarar og skúlaleiðarar, sum eru í farloyvi. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
17.06.2024 - 08:28

Nógv fleiri tíðaravmarkað lærarastørv eru í fólkaskúlanum enn lærarar og skúlaleiðarar, sum eru í farloyvi.

Skúlablaðið skrivar, at skúlarnir hava søkt eftir lærarum til 122 størv næsta skúlaár.

Talan er um 30 føst størv og 92 tíðaravmarkað størv.

Í fjør var søkt eftir fólki í 99 tíðaravmarkað størv.

Men tá vóru bara 34 lærarar og skúlaleiðarar í farloyvi. 

Tað vóru tí 65 fleiri tíðaravmarkað størv enn lærarar í farloyvi, skrivar Skúlablaðið. 

- Hvussu nógvir lærarar og skúlaleiðarar fara í farloyvi komandi skúlaár, er okkum ikki kunnugt, men ábendingar eru um, at teir eru ikki færri enn hetta skúlaárið, skrivar Skúlablaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. januar
Morgunlestur leygardagur 3.januar 2026
202086
Fríggjadag 2. januar
Vikuskiftið 2 jan 2026
202191
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Fríggjadag 2. januar
Árið, ið fór í mentan 2025
202171
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132