Forkvinnan stendur fyri vali

Forkvinnan stendur fyri vali
Útvarpið skilir, at eitt annað valevni er til forfólkasessin í Havnar arbeiðskvinnufelag, men valevnini verða ikki kunngjørd fyrr enn á sjálvum aðalfundinum
Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar arbeiðskvinnufelag, stendur fyri vali á aðalfundinum, sum verður 5. juli.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.06.2024 - 12:20

Havnar arbeiðskvinnufelag hevur aðalfund fríggjadagin 5. juli.

Á skránni er m.a. val av formanni, har Vigdis Johannesen, forkvinna, stendur fyri vali.

Útvarpið skilir, at eitt annað valevni er til forfólkasessin. 

Vigdis Johannesen vil ikki vátta hetta. 

 

Kunngjørt á aðalfundinum

Hon sigur, at siðvenja er í Havnar arbeiðskvinnufelag, at valevnini verða ikki kunngjørd fyrr enn á sjálvum aðalfundinum. 

Tveir nevndarlimir og tveir tiltakslimir skulu veljast, og aðalfundurin skal eisini taka støðu til løn til forfólk, skrivara og hinar nevndarlimirnar.

Aðalfundurin skal harumframt taka støðu til uppskot um lógarbroyting í sambandi við valbæri til nevndina.

Aðalfundurin verður 5. juli kl. 17 á Hotel Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115