Oddvør Johansen: Lærdu menninir hildu, at eg átti at farið út at lúka

Oddvør Johansen: Lærdu menninir hildu, at eg átti at farið út at lúka
Longu 12 ára gomul byrjaði hon at skriva. Dagbøkur, søgur, sjónleikir og, tá hon var útiseti, hundraðtals brøv. Oddvør Johansen, rithøvundur, er fyrsti verturin í Vindagnum
Oddvør Johansen er rithøvundur og tónleikari, og so er hon eisini fyrsti verturin í sendingini Vindagið.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
27.06.2024 - 14:42

Oddvør Johansen plagar at siga við ommubørnini, at hon vaks upp í gomlum døgum. Tey skilja ikki, at hon hevur kunnað verið til uttan at eiga eina eina modernaða fartelefon, ikki hava gingið í barnagarð, ikki duga at svimja og uttan at vita nakað um Minecraft. 

Longu 12 ára gomul byrjaði Oddvør Johansen at skriva. Dagbøkur, søgur, sjónleikir og, tá hon var útiseti, hundraðtals brøv. 

Hon vaks upp á Skálatrøð, og har vóru fáar gentur men nógvir dreingir. Sjóvarmálin var spæliplássið, minnist Oddvør. Mynd: Bárður Lydersen

 

Slóðbrótandi rithøvundur

Fyrsta skaldsøgan, Lívsins summar, kom út í 1982, og hon var ógvuliga væl móttikin. Sjálv heldur Oddvør, at hon tipti eitt hol á føroyska bókmentapallinum, tí har vóru mest sum ongar kvinnur. 

Við hesum gjørdist Oddvør brádliga partur av bókmentaumhvørvinum. Tað hevði eitt nú við sær, at menn, sum dugdu handverkið og kendi heimsbókmentirnar, fóru at ummæla tað, hon læt úr hondum. 

Oddvør Johansen fekk í 2002 M. A. Jacobsens Bókmentavirðislønina fyri bókina "Tá ið eg havi málað summarhúsið". Mynd: Bárður Lydersen
 

Harðrend ummæli frá erpnum mannfólki

Fleiri ummæli vóru heldur óstorlig, og sum fráleið eru tey blivin skúladømi um bókaummæli, sum føroyskar kvinnur hava fingið frá føroyskum monnum. Til dømis: 

- Hví skal ein lítil orgulspælari duga at skriva bøkur? 

- Hon skal halda upp at við at skriva og heldur fara út í garðin at lúka.

Oddvør Johansen telist kanska millum mest lisnu føroysku rithøvundarnar. Í 2001 var hon í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri bókina "Í morgin er aftur ein dagur". Mynd: Bárður Lydersen

 

Oddvør gloppar Vindagið

Millum annað hesum greiðir Oddvør Johansen frá í fyrsta partinum av nýggju sendingini Vindagið.

Vindagið er á skrá í útvarpinum mikudagar klokkan 17.05. Vindagið er sending við 10 partum, og hvør partur hevur ein nýggjan vert. 

Tú finnur sjálvandi eisini sendingina á KVF Ljóð, og fyrsti partur við Oddvør Johansen finnur tú her..

 

Tónleikurin: 

Umframt at greiða frá eitt nú øðrvísi upplivingum á orgulbonkinum, vegamót í tilveruni og harðrend ummæli, valdi Oddvør eisini ymsar sangir, sum vóru spældir í fyrsta partinum.

  1. Hjørdis og genturnar: Eina ferð var tað ein lítil didda
  2. Glenn Miller: Moonlight Seranade
  3. Føroya Symfoniorkestur og Henrik Goldshmidt: Gabriels obo
  4. Bach: Fantasia í c-mol
  5. Maria Ronniesdóttir: Góðan morgun, mín kæri
  6. Sumbingar kvøða: Jallgrímskvæði
  7. Jákup Sambleben: De vises sten
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 29. juni
Morgunlestur leygardagur 29. juni 2024
177131
Fríggjadag 28. juni
Vikuskiftið 28 juni 2024
177400
Fríggjadag 28. juni
RagnarRokk: Lips um One And Only
177371
Fríggjadag 28. juni
Morgunlestur fríggjadagur 28. juni 2024
177130