- Tíðindi, mentan og ítróttur
G! 2025: G! smakkaði hósdagin meira av G! enn nakrantíð áður

Fuck Tunghoyrt!
Onkursvegna upplagt at spæla bóltin aftur til ungu kúllarnar úr nýggju vónini til rokktónleikin í Føroyum, ið komu sum ketta úr høvdatrogi á ársins útgávu av Sement. Í grundini kom sangarin í Tunghoyrt flúgvandi niður av aðru hædd í Reinsarínum í Havn, tá teir byrjaður at spæla í finaluni.
Tunghoyrt kennist eisini sum manna from heaven fyri føroyingar, ið elska rokk, tí tað er langt síðani, at ein ungur rokkbólkur hevur sæð dagsins ljós í Føroyum.
Tað sást eisini aftur í dýrdarveðrinum á Spæliplássinum hósdagin klokkan 17, tá Tunghoyrt byrjaði at spæla. Spæliplássið var fullsett, og tað er rættiliga sjáldsamt til fyrstu konsertina, og tað kókaði frá fyrsta tóna.
Fuck KVF
Spæliplássið kókaði kanska ongantíð meira, enn tá Tunghoyrt trivu í sín hittsang "Fuck KVF". Dreingirnir, ið millum annað eru presta- og arbeiðsformanssynir, sendu eina breiða innarasíðu til Kringvarp Føroya til Sement fyri ikki at senda triðja innleiðandi umfarið.
So dreingir: Fuck tykkum, og ver vælkomin villskapurin til okkum heima, frá ókendum, fjarskotnum londum! Tú bert okkum boð um ein ljósari dag, at nú er brátt summar í hondum.
Elski tað.
Samanspæl og orka mugu javnviga
Hóast Tunghoyrt enn er ein óslípaður gimsteinur, og limirnir í bólkinum skulu ansa eftir, at samanspælið eisini javnvigar við orkuna á pallinum, so settu teir fýra hol á ein tann mest minniliga G!-dagin í nýggjari tíð.
Ungur villskapur og rokkur liggur djúpt í ílegunum hjá G! Tað vóru jú limirnir í Clickhaze, ið saman við fólkunum kring Grót upprunaliga tóku stig til G! festivalin.
Tað sást eisini aftur á stuðlinum til Tunghoyrt, tí millum áhoyrararnar vóru ikki bara okkara fremstu tónleikarar, men eisini tey gøtufólk, ið hava verið við til at byggja G! upp til tað, sum tað er í dag.
Syðrugøta gandar framvegis
Hvussu er og ikki, so tók tann eina minniliga konsertin ta næstu í gandakenda Syðugøtu, og tað var líka mikið, um konsertirnar vóru í Fjósinum, á Sandinum ella á Spæliplássinum.
Tað var lýtt og stilt, og mjørkin hekk yvir bygdini sum ein fevnandi barmur, meðan Syðrugøta enn einaferð kendist sum ein gandaheimur á vera í.
Og ganda við tónum og akkordum dugir Beinir úr Saltangará sum fáur.
Líka rótut og vill, sum konsertin við Tunghoyrt á Spæliplássinum var, líka væl smurd og skipað var fyrsta konsertin Sandinum á ársins G! við bjartasta stjørnuskotinum á føroyska tónleikahimmalhválvinum beint nú.
"Mítt nýggja yndisboyband"
G!-konsertin er nokk størsta solokonsertin, ið Beinir higartil hevur spælt.
Hóast Beinir hevur staðið á palli frá tí, hann var smádrongur, so tóktist hann eitt sindur ovfarin av at merkja stóra stuðulin frá mongu áhoyrarunum á Sandinum. Fólk skrálaðu við til fleiri av sangunum, serliga ársins sang í fjør, "Romeo".
Men serliga tá Jónas Gaard kom á pallin, og nýggi superbólkurin Tøgn við Beini, Bárði Petersen og Jónasi Gaard framførdi nýggja føroyska staklagið "Í kamarinum" var tað beinleiðis rørandi.
"Eg havi funnið mítt nýggja yndisboyband," mælti ein kvinna, tá teir tríggir høvdu framført, og soleiðis høvdu nógv tað hesa løtuna á Sandinum. Vit gleða okkum at hoyra meira frá Tøgn.
Við tíðini og trúnni upp á egnan mátt, so fer Beinir at trúgva meira upp á seg sjálvan til at sláa seg leysan á pallinum og samvirka meira við áhoyrararnar.
Um G! vil sær sjálvum væl, so bókar festivalurin Beinir at koma aftur næsta ár at spæla fríggjakvøld ella leygarkvøld.
Beinir er í framburði, og tað er at gagnnýta tað, eins og Roskildefestivalurin plagar at gera. Tey nøvnini, ið klára seg væl undir upphitingini til festivalin, verða sett at spæla á einum á stóru pallunum árið eftir.
Allarhelst sleppa vit í øllum førum at hoyra Tøgn næsta ár, tí um eg havi skilt tað rætt, so er ein EP ávegis frá nýggja super-dreingjabólkinum.
Tað mest G!-sliga nakrantíð
Himnaflogið hjá hósdegnum fekk eyka lyft, tá ukrainski bólkurin DakhaBrakha fór á pallin á Sandinum klokkan 20.25.
"Hetta er tað mest G!-sliga orkestrið, ið eg nakrantíð havi hoyrt á G!" staðfesti ein durkdrivin G!-gangari, og tað er ikki langt av leið.
DakhaBrakha rúnarbant við sínari sermerktu blanding av ukrainskum fólkatónleiki og tekno. Og samantvinnað við, at kríggj valdar í heimlandið hjá limunum í bólkinum er eru í, so gjørdist løtan serlig og rørandi.
Hesa løtuna kendist tað sum at vera varpaður aftur til 2003 og standa og eygleiða indiska dansaran, sum í nøkur ár var fastur fúsur á G!
Hetta var so forkunnigt og øðrvísi og onkursvegna ein staðfesting av, hví fólk skulu unna sær at fara á G!. Nær og hvar aðrastaðni í Føroyum kanst tú hoyra eina konsert sum hesa uttan í Syðrugøtu um miðjan juli?
Ein vøkur ferð
Kenslan av at vera G!-sligur, og varpaður aftur til 2003 og upphavið hjá G!, gjørdist ikki minni av framúrskarandi konsertini hjá danska Trentemøller.
Tey, ið høvdu væntað sær ein DJ-konsert, blivu blást umkoll, tí talan var um eina indierokkkonsert við feitum elektroniskum postpunk-tónleiki, ið dróg íblástur frá Joy Division, The Cure og øðrum. Hetta bleiv kryddað við elektroniskum tónleiki frá 00-unum, ið Tentemøller annars er kendur fyri.
Við sær á pallin hevði Trentemøller ein framúrskarandi bólk við høgum kul-faktori, og hendan samanrenningin var himmalsk - í øllum førum fyri okkum, ið hava hesar tónleikasjangrur kærar.
Trentemøller dugdi eisini væl at flætta síni hitt frá tíðini sum framleiðari av elektroniskum tónleiki, eitt nú "Moan" og "Miss You", inn í nýggja hamin.
Meðan mann stóð og lurtaði, so ferðaðust tankarnir og kenslurnar aftur til ikoniskar konsertir á Sandinum, ið hava formað G!-arvin, við eitt nú Xploding Plastix, Kashmir, Nephew, Spleen United og øðrum.
Tað var ein vøkur ferð.
Smakkaði av meira
Júst sum ein ikki trúði, at flogið hóskvøldið kundi blíva hægri, so traðkaðu tríggir christianittar, har av tveir mangla framtenninar, á pallin í Spæliplássinum við einum trummusetti, tveimum saksofonum og tí kropsburði, sum fylgir við, tá tú ert uppvaksin í einum frístaði.
Hesa løtuna, meðan Smag på dig selv legði Spæliplássið og G! fyri sínar føtur, við einari orkufyltari dansiveitslu, kendist tað eins og G! smakkaði upp á seg sjálvt.
Tað var væl spælt, vilt og vakurt um eina leið, og so var tað í samvirki við áhoyrararnar.
Smag på dig selv borðreiður við sangheitum sum "Fuck der kommer kontrollører", Al magt til overførselsindkomst" og "Middelklassen avler kun skeletter", og orkan var øgilig.
"Hetta er besta konsertin, vit hava verið til," segði vaksna parið, hon lækni, hann maskinmeistari, og tað er væl skilligt. Smag på dig selv smakkaði av meira.
Besti G-dagurin í nógv ár
Hósdagurin sá spennandi út á pappírinum, men í samspæli við frálíka veðrið, yvirgekk dagurin vónirnar.
Nevnast skulu eisini konsertirnar við Ester Skála og Gø í Fjósinum, Tamaru og Uld á Spæliplássinum, og Hatari á Sandinum.
Hósdagurin á G! 2025 fer í søguna sum ein tann besti G!-dagurin í nógv ár, bæði hvat viðvíkur huglagi og tónleiki.
Sjáldan hava so nógv fólk vitjað hósdagin á G! og tey fôru ikki vónbrotin heimaftur.
Fíggjardagur er, og tað er ikki ov nógv sagt, at føroysk nøvn eiga dagin. Festivalgestirnir kunnu gleða seg til at hoyra Eivør, Gretu Svabo, Lyon Hansen og Danny & the Veetos. Men á skránni eru eisini spennandi útlendsk nøvn sum Emíliana Torrini (IS), Lewis Fitzgerald (UK) og Lívia Mattos (BRA)
Júst Lívia Mattos var gestur í nýggju KVF-røðini "Í løtuni", sum kann síggjast á KVF Sjón.
Bumbaður aftur til upprunan hjá G! Xplodinc Plastic












































