Ein stimitúrur yvir á Blankskála við Uppsala Pæturi og Eiriki á Húsamørk

Ein stimitúrur yvir á Blankskála við Uppsala Pæturi og Eiriki á Húsamørk
Hetta er yoga á føroyskum og ein stórsligin náttúruuppliving um fjørðin og framvið landið
Eirikur á Húsamørk og Jógvan Saloman umborð á Uppsala Pætur
Mynd: Gunnar Nolsøe  
 
16.07.2025 - 09:05

Á varmakeldu varð nýggja áttamannafarið hjá Eiriki á Húsamørk - Uppsala Pætur, flotað. Endamálið við bátinum er at gera útferðir frá Leirvík til Blankskála á Kalsoynni, ið er tiltikið fyri góðan sólargang, samstundis sum streymviðurskiftini í Leirvíksfirði eisini gera túrin til nakað heilt serligt.

 

Umframt stimitúrin er ætlanin eisini at borðreiða við heimabakaðum breyði, bollum og føroyskum viðskera í fjósinum, ið stendur miðskeiðis í Leirvík og sum er umbygt til endamálið, sigur kona Eirik, Harda Skoradal. Annað er eisini á skránni viðhvørt, eitt nú svartkalvi. Harda leggur afturat, at herfyri vitjaði eitt par úr Italia, og tey dámdu væl føroyska matin. 

"Ongi vindeygu eru í fjósinum, so gestirnir verða ikki órógvaðir av fólki uttanfyri, og tey, sum eru uttanfyri, verða ikki órógvaði av teimum, sum eru inni", sigur Eirikur á Húsamørk. Og júst hetta ger eisini, at fjálga fjósið í enn størri mun kennist sum at fara inn í eina hugnaliga holu.

 

Tú kanst hoyra samrøðuna við Eirik á Húsamørk og Hardu Skoradal her.

 

1753655

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815

Meira um sama evni