Russarar hertóku Føroyar jólaaftan

Russarar hertóku Føroyar jólaaftan
Í nýggju spenningsskaldsøguni Invasionen verða Føroyar hertiknar av Russlandi jólaaftan. Og spurningurin er, um NATO vil bjarga Føroyum...
Invasionen er ein spennandi og aktuell skaldsøga
 
18.07.2025 - 09:58

Russarar hava tamarhald á flogvøllinum í Vágum, passeftirlit er sett í gildi til Vestmanna, sum er vorðin hernaðarhavn, og ein føroysk antropologilesandi í Keypmannahavn og ein heldur váttligur danskur journalistur, ið býr í Føroyum, fáa ein týðandi leiklut, tá farið verður í bardaga ímóti Russlandi. Og hetta er nakað av tí, sum fer fram í nýggju spenningsskaldsøguni Invasionen.

Men hvørja støðu hava hini NATO londini til at Føroyar eru hertiknar? Og hvussu fæst russiska hervaldið av aftur landinum? Og hvør verður prísurin, ið Danmark - ella Føroyar, mugu rinda?

Í vár lat danski journalisturin, Andreas Krog, úr hondum nýggju spenningsskaldsøguna, "Invasionen", ið byrjar við at russiskir hermenn hertaka Føroyar jólaaftan.

Andreas Krog, ið er 48 ára gamal, er verjuredaktørur á politiska miðilinum Altinget og hevur sína dagligu gongd á Christiansborg. Og Andreas Krog, ið hevur føroysk ættarbond, hevur eitt nú skrivað um donsku verjuna, verjupolitikk, ríkisfelagsskapin og Arktis. Harumframt hevur hann saman við tveimum starvsfeløgum verið tilnevndur Cavling-heiðurslønina og Foreningen for Undersøgende Journalistiks Graverpris, eins og hann í 2024 fekk Anders Bording-heiðurslønina.

Tú kanst hoyra samrøðuna við Andreas Krog her, eins og trý brot úr spenningsskaldsøguni, sum Sigrún Brend lesur.
 

1754255

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263