Stjórin í NAX um ferð á Slættanesi: Eru samdir um at vera ósamdir

Stjórin í NAX um ferð á Slættanesi: Eru samdir um at vera ósamdir
NAX rindaði fyri tænastu, sum tey keyptu frá ættarfólkunum á Slættanesi, men rokningina frá hagastýrinum ætlar Eyðun Berg einki at gera við
Eyðun Berg er stjóri og eigari í NAX.
 
27.06.2024 - 13:17

Tað var fyritøkan NAX, sum var í Slættaneshaga við ferðafólki í farnu viku.

NAX skipar túrum ymsastaðni í Føroyum.

Hagastýrisformaðurin í Slættaneshaga segði við útvarpið týsdagin, at fyritøka var komin í hagan uttan at boða frá.

- Hagastýrisformaðurin Jóanes Nielsen og eg eru samdir um at vera ósamdir í hesum málinum, sigur Eyðun Berg, stjóri og ein av eigarunum í NAX, um ósemjuna við hagastýrið í Slættaneshaga. 

Hann sigur, at tey høvdu keypt tænastu frá lokalu ættarfólkunum á Slættanesi, sum Nax rindaði fyri.

Harumframt hevur NAX fingið stóra rokning frá hagastýrisformanninum, men Eyðun Berg sigur, at hann ætlar einki at gera við hana.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

27062024_NAX

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659