Grindaøki lýst fyri at forða óviðkomandi at nærkast grindadrápinum

Grindaøki lýst fyri at forða óviðkomandi at nærkast grindadrápinum
Umboð fyri onkran umhvørvisfelagsskap eru sædd í sambandi við, at grind verður hildin til í Hvannasundi, sigur løgreglan
 
28.06.2024 - 10:24

Løgreglan lýsti fyrrapartin eitt grindaøki fyri grindina, sum varð funnin út fyri Viðvík, og sum var rikin á Hvannasund.

Fyri at forða fyri, at óviðkomandi nærkast grindadrápinum, verður grindaøkið lýst ein fjórðing, ella knappliga tveir kilometrar í radius, í allar ættir, frá grindini. Tað vil siga eisini fyri møguligar dronur, sum flúgva uppiyvir økinum.

Orsøkin til, at økið verður lýst sum grindaøki, er, at umboð fyri onkran umhvørvisfelagsskap er á staðnum, verður sagt av løgreglustøðini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV