Handtikin fyri at brúka dronu

Handtikin fyri at brúka dronu
Fleiri útlendingar vóru til staðar, tá grind varð hildin til í Hvannasundi í gjár, og tað gav politinum eitt sindur at gera
 
29.06.2024 - 13:02

Í Hvannasundi varð ein útlendingur handtikin fyri ikki at vilja upplýsa fyri politinum, hvør viðkomandi var. Tað gevur eina bót upp á 1000 krónur, og tá talan er um útlendingar, skal bótin rindast á staðnum.

Ein annar útlendingur var afturhildin fyri at hava brúkt dronu í økinum. Hesin útlendingurin segði seg vera fríyrkis myndafólk, men ikki partur av nøkrum umhvørvisfelagsskapi, hóast viðkomandi fylgdist við fólkum úr einum umhvørvisfelagsskapi. Politiið legði hald á dronuna.

Dronur eru lættar at síggja, men tað kann vera trupult at finna dronuføraran. Tað gjørdi politiið undir drápinum, men tá tað í gjárkvøldið varð boðað frá, at ein drona fleyg yvir økinum, har deyða grindin lá, eydnaðist ikki at finna nakran dronuførara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435
Sunnudag 15. november
Andakt
216426