Kongshjúnini eru í Grønlandi

Kongshjúnini eru í Grønlandi
Í dag byrjar fyrsta almenna vitjanin hjá nýggju kongshjúnunum í Grønlandi
Kongshjúnini vitja í Grønlandi í átta dagar.
 
29.06.2024 - 13:48

Fríðrikur kongur og Mary drotning skulu vitja Grønland í átta dagar, og tey skulu ferðast víða. Eitt nú skulu kongshjúnini vitja í Qaanaaq - fyrr kent sum Thule - har Fríðrikur kongur í 2000 var partur av Sirius-ferðini.

Tey skulu eisini vitja í Aasiaat, Qeqertarsuaq, Attu og Sisimiut, áðrenn leiðin tann 4. juli gongur til Nuuk. Haðani fara tey víðari til suðurgrønlands og skulu vitja í Narsaq og Qassiarsuk. Kongaliga vitjanin í Grønlandi endar um eina viku, 6. juli.

Ætlanin var, at Fríðrikur kongur og Mary drotning eisini skuldu vitja í Føroyum í summar, men orsakað av verkfallinum varð vitjanin útsett til næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482