Ingi Poulsen: "Eg kundi gráta meg í svøvn, men eg goymdi tað gott"

Ingi Poulsen: "Eg kundi gráta meg í svøvn, men eg goymdi tað gott"
 Ingi Poulsen hevur í langa tíð drigist við tungar tankar, angist og hevur fingið staðfest ADD. Millum annað hesum greiðir Ingi frá, tá hann eigur tørn sum vertur í Vindagnum
Vágbingurin Ingi Poulsen er vertur í Vindagnum. Hann er eitt kent navn á føroyska tónleikapallinum, men hann er eisini annað enn bara tónleikari.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
03.07.2024 - 11:39

Vertur í Vindagnum hesa ferð er Ingi Poulsen, tónleikari. Fólk flest kenna Inga Poulsen sum dámliga sangaran við teimum løttu og fangandi poppsangunum.

Men hann er annað enn tað. Ingi Poulsen hevur í langa tíð drigist við tungar tankar, angist og hevur eisini fingið staðfest ADD. Og hesum greiðir Ingi millum annað frá, tá hann eigur tørn sum vertur í øðrum parti av Vindagnum. 

Ingi vaks upp í Vági, har hann búði øll barna- og ungdómsár. Sum 19 ára gamal flutti hann av landinum, og hesum greiðir hann frá í Vindagnum. Mynd: Bárður Lydersen.

 

"Eg goymdi tað gott"

Tá Ingi minnist aftur á barndómin, er tað við gleði. Hann var ein forvitin, glaður og lætthugaður drongur. Men sum hann vaks, broyttist okkurt. 

Hann minnist ikki heilt, nær hann fyrstu ferð merkti tunglyntu og óttafullu kenslurnar. Helst hevur hann verið um tey 11 árini. 

"Eg var bangin um alt millum himmal og jørð. Taki ting ov nær. Stúri um vinir og familju. Tankarnir tyngja so mikið, at eg í tíðarskeiðum gráti meg í svøvn. Men eg goymi tað gott", minnist Ingi. 

 

Eitt kent andlit

Í 2019 kom sangurin Kostbar út. Hann var ógvuliga væl móttikin, og brádliga var Ingi Poulsen eitt kent andlit í Føroyum. Fyri sangin vann hann eina FMA-virðisløn fyri besta sang, áhoyraravirðisløn, og hann gjørdist eisini ársins útvarphitt í Kringvarpinum.

Viðurkenningin gav honum eitt lyft, sum honum tørvaði. Tað sannførdi Inga Poulsen um, at hann við tónleikinum kundi gleða onnur. Ein vansi við tí at gerast kendur var, at hann nú var ein, ið fólk tosaðu og bryggjaðu kreativar søgur um. 

Ingi gekk sum barn á musikkskúla. Hann spældi bæði trummur, klaver, klarinett og seinni eisini gittara. Og sum 15 ára gamal spældi hann fyrstu ferð til dans í VB-húsinum. Mynd: Bárður Lydersen. 

 

Ingi gloppar Vindagið

Hesi eru nøkur av evnunum í øðrum parti av Vindagnum, har Ingi Poulsen er vertur. Vindagið er at hoyra í útvarpinum kl. 17.05, men annar partur er eisini tøkur á KVF Ljóð longu nú

Ingi Poulsen hugleiðir eitt nú um ikki at dvølja ov leingi við tað, ið farið er, um munin á almenna og privata menniskjanum og um vantandi virðing fyri timburfakinum. 

Eisini valdi Ingi nakrar sangir at spæla: 

  1. Kári P. - Súrligar nætur í Keypmannahavn
  2. Dodo and the Dodos - Vågner i natten
  3. Hall and Oates - You Make My Dreams Come Thru
  4. Coldplay - Life in Technicolor II
  5. Pink Floyd - Another Brick in the Wall Part 2
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. juli
Vikuskiftið 5 juli 2024
177700
Fríggjadag 5. juli
Radio Stjernekilde (3:11)
177699
Fríggjadag 5. juli
Morgunlestur fríggjadagur 5. juli 2024
176811
Hósdag 4. juli
RagnarRokk 4.juli 2024
176321
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juli
Vestan úr havi - teknmálstulkað
177680
Mikudag 3. juli
Hin rusuti á Aconcagua (1:10)
177585
Týsdag 2. juli
3-2 (2. juli 2024)
177572
Týsdag 2. juli
Litir og ljómur - teknmálstulkað
63109