Iran fær hóvligan forseta

Iran fær hóvligan forseta
Nývaldi iranski forsetin vil hava betri viðurskifti við vesturheimin - men politiska valdið hjá forsetanum er avmarkað
Masoud Pezeshkian verður nýggjur forseti í Iran
Mynd: Atta Kenare/AFP/Ritzau Scanpix  
 
06.07.2024 - 10:51

Tann hóvligi Masoud Pezeshkian verður nýggjur forseti í Iran.

Í øðrum valumfari fekk Pezeshkian 53,7 prosent av atkvøðunum. Mótvalevnið, tann konservativi Saeed Jalili, fekk 44,3 prosent, skrivar tíðindastovan dpa.

Pezeshkian fór til val uppá millum annað at fáa betri viðurskifti við vesturheimin og at tað ikki longur skal vera eitt krav frá landinum, at kvinnur skulu bera turriklæði.

Men hóast Iran nú fær ein hóvligan forseta, verður ikki roknað við, at tað fer at hava stórar politiskar broytingar við sær. Veruliga valdið í landinum liggur hjá ayatollah Ali Khamenei, sum hevur avgerandi orðið í øllum týðandi málum og eisini er ovasti hjá iranska herinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541