Breyt beinið í arbeiðsóhappi

Breyt beinið í arbeiðsóhappi
Okkurt var í ólagi í einum betongbili
 
12.07.2024 - 09:03

Ein maður breyt beinið í einum arbeiðsóhappi í Svanga í Havn seinnapartin í gjár.

Okkurt var í ólagi hjá einum betongbili.

Tveir menn fóru upp á bilin at kanna, hvat var galið.

Tá fór ein ventilur á bilinum, sum gjørdi, at menninir antin duttu ella noyddust at leypa av bilinum.

Teir vóru tríggjar metrar uppi.

Annar maðurin fekk skaða í beinið, sigur politiið.   

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328