Nógv doyggja framvegis av koronu

Nógv doyggja framvegis av koronu
Heimsheilsustovnurin heitir á fólk um at fylgja koppsetingarætlanini
Síðani farsóttin fór at ganga, hevur WHO fingið fráboðan um sjey milliónir andlát. Men hildið verður, at veruliga talið er størri. (Savnsmynd)
 
12.07.2024 - 09:15

Korona heldur fram at krevja nógv mannalív. 

Framvegis doyggja um 1.700 fólk hvørja viku í heiminum av covid-19.

Tað sigur Heimsheilsustovnurin, sum heitir á fólk um at fylgja koppsetingarætlanini.

Stjórin í WHO, Tedros Ghebreyesus, sigur, at færri heilsustarvsfólk og fólk eldri enn 60 ár eru nú koppsett.

Síðani farsóttin fór at ganga, hevur WHO fingið fráboðan um sjey milliónir andlát. Men hildið verður, at veruliga talið er størri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: EM-undansending
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891