Eydna Skaale: Benjamin vann onga medalju men óteljandi hjørtu

Eydna Skaale: Benjamin vann onga medalju men óteljandi hjørtu
Eydna Skaale er vertur í Vindagnum hesa ferð. Hon hugleiðir um at varnast tær góðu løturnar í lívinum og um sonin Benjamin, sum tey mistu ein kavaklæddan vetrardag í 2018
Mynd: Bárður Lydersen  
 
24.07.2024 - 16:53

"Minnist tú, tá tú ynskti tær tað, sum tú hevur nú?" 

Soleiðis spyr Eydna Skaale, sum er gestur í Vindagnum hesa ferð. 

Orðini printaði hon út í litfagrum stavum og hongdi tey á køliskápið. Sum eina dagliga áminning um alt, hon hevði at gleðast um og takka fyri. Tvær vikur eftir at henda áminning var komin upp at hanga, mistu tey 12 ára gamla sonin, Benjamin. 

 

"Man kemur ongantíð yvir tað"

"Tann morgunin, hann doyði, mátti eg heim eftir klæðum, sum hann skuldi jarðast í. Mítt vakra barn. Hvussu kann ein mamma velja klæðir til at jarða barnið í?" minnist Eydna. 

Komin heim skræddi hon litføgru bókstavirnar niður av køliskápinum aftur og rukkaði pappírið saman. Tí orðini stóðu sum ein háðandi nevi beint frammaná. Eins og deyðin hevði tikið alla meining úr lívinum.

Nú seks ár eru gingin, síðani Benjamin fór foldum frá, er tað eins og familjan hevur funnið fótafestið aftur. Tó at familjan ongantíð verður, sum hon einaferð var. 

"Eingin, sum hevur mist eitt barn, verður nakrantíð tann sami. Man kemur ongantíð yvir tað", staðfestir Eydna. 

Mynd: Bárður Lydersen. 

 

Perspektiv er so vælsignað

Í Vindagnum hugleiðir Eydna eisini um, hvussu raðfestingar við tíðini eru broyttar. Og um hvussu perspektiv er so vælsignað. Hvussu vit mugu minnast til at zooma út og síggja ta stóru myndina. Síggja smílini, síggja láturin og síggja kærleikan millum allar lortaløturnar.  

Alt Eydna kann minnast, hevur hon verið kappingarsinnað av lyndi. Hetta við altíð at stremba eftir onkrum meira og onkrum størri, kendi hon alt ov væl. Og líkamikið hvussu avrikað var, ja, so kundi avrikið verið betri. Men við Benjamin skilti Eydna, at tað ikki eru avrikini og framgongdin, sum gevur virði.

"Eg eri sjálvandi errin, um døturnar standa seg væl, um tær til dømis vinna í ítrótti. Men tað er nokk, at tær eru til. Beiggi teirra vann ongantíð nakra medalju. Men hann vann óteljandi hjørtu"

- Eydna Skaale í fimta parti av Vindagnum

 

 

Mugu varnast tær løturnar, sum eru góðar

Nú spyr Eydna ikki longur, hvør meiningin við lívinum er. Tí svarið er at finna í smáum løtum. Ofta gerandisdagar, tá familjan er savnað við døgurðaborðið. Við sósasprutti eftir borðinum, barnafingrum á øllum flatum og rísi klebrandi undir øðrum sokkinum. 

"Í síðsta enda er tað, sum ger lívið gott, at vit varnast tær løturnar, sum er góðar. Tær kunnu eisini brúkast við afturvirkandi megi - til tá ið lívið gerst tungt. Nøkur av minnunum, sum nú eru tað reina gull, eru løturnar, tá ið eg og sonurin plagdu at fríggjadagsdansa", minnist Eydna aftur á. 

"Sjálvt um Benjamin manglar hvønn einasta dag, so vil eg royna at minnast - og varnast - hvussu gott vit kortini hava tað".

Mynd: Bárður Lydersen

 

Eydna gloppar Vindagið

Hetta eru nøkur av evnunum, sum Eydna Skaale hugleiðir um í nýggjasta partinum av Vindagnum. Partin hoyrir tú her

Um at varnast tær góðu løturnar og um sonin Benjamin, sum ongantíð vann nakra medalju, men kortini vann óteljandi hjørtu. 

Tónleikur, sum Eydna Skaale hevur valt til sendingina:

  1. Benson Boone - Beautiful Things
  2. Coldplay - A Sky Full of Sars
  3. Pharrell Williams - Happy
  4. Johnny Cash - Hurt
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375

Meira um sama evni