Lyftir og granskar høv

Lyftir og granskar høv
Bjartur Niclasson Leo hevur savnað eina rúgvu av søgum um føroysk høv - eisini nevndir roysnissteinar.
Bjartur Niclasson Leo við Hálvdans hav í Norðradali
 
06.05.2026 - 12:24

Í grøna lendinum í Norðadali liggur Hálvdans hav - ein stórur steinur, sum liggur sum eitt tekin um styrki. Hálvdan kom sum húskallur til Norðadals einaferð fyri í 19. øld.

Einaferð, meðan teir velta bøin, koma teir fram á ein stóran stein, sum stendur umleið eina spakadýpd niðri í jørðini. Hálvdan lyftir steinin burturúr, hóast hann er fullur av mold og runu og er ógvuliga hálur. Tað var eitt bragd og eftir tað, var steinurin havdur til hav. Havið vigar 164 kg.

Men Hálvdan er ikki einasti, sum hevur lyft havinum. Hóast siðuirin at lyfta høvum ikki er so útbreiddur meira, eru tað tó summi, sum hava stóran áhuga fyri hesum søguligu tungu steinunum. Ein teirra er Bjartur Niclasson Leo.

Hann hevur ikki bara lyft umleið 30 høvum í Føroyum - hann hevur savnað inn vitan um yvir 120 høv. Ætlanin er at geva bók út, og hann vil fegin koma í samband við fólk, sum liggja inni við vitan, um høv kring Føroyar. Millum annað vónar hann at koma í samband við fólk, sum kenna nakað til eitt neytakonuhav, sum liggur omanfyri Leirvík. Eitt annað er eitt hav millum Skopun og Sand onkrastaðni, sum møguliga var eitt húskallahav.

Morgunsendingin var við Bjarti og lyftir Hálvdans hav:

a_1374-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329