John Paul DeJoria farin úr Nuuk

John Paul DeJoria farin úr Nuuk
Skipið hjá Paul Watson og hansara fólkum, sum hevur ligið nakað sunnan fyri Nuuk, fór at sigla norðureftir í morgun
John Paul DeJoria siglir nú norður við grønlendsku vesturstrondini.
 
28.07.2024 - 11:06

John Paul DeJoria, skipið hjá Paul Watson og hansara fólkum, sum hevur ligið nakað sunnan fyri Nuuk, fór at sigla í morgun.

Sambært Vesselfinder er skipið á veg norðureftir.

John Paul DeJoria var á veg á Kyrrahavið at forða fyri japanskari hvalaveiðu har.

Japan hevur fingið nýtt skip, Kangei Maru, at veiða hval í Norðurkyrrahavi.

John Paul DeJoria fór inn í Nuuk at bunkra 21. juli.

Men har var Paul Watson handtikin.

Japan bað longu í 2010 um at fáa Paul Watson tiknan.

Hann er nú í varðhaldi í Nuuk. 

25 fólk eru við John Paul DeJoria. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659