Lítið fólk í býnum náttina fyri ólavsøku

Lítið fólk í býnum náttina fyri ólavsøku
Politiið arbeiðir við einum máli um harðskap á Tórsfest, sum var fríggjakvøldið og leygarnáttina..
Friðarlig nátt, náttin fyri ólavsøku.
 
28.07.2024 - 09:54

Lítið fólk var í býnum í Havn í nátt, sigur politiið.

Eingin fráboðan er komin um harðskap ella annað lógarbrot.

Men politiið arbeiðir við einum máli um harðskap á Tórsfest, sum var fríggjakvøldið og leygarnáttina.

Ein maður sigur, at fleiri mans lupu á hann.

Politiið veit ikki, um tað er rætt, men sigur seg vita um ein, sum er undir illgruna.

Hann er ikki avhoyrdur enn.

Men vitni eru avhoyrd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711