Seglbátur í neyð

Seglbátur í neyð
Í gjár bað ein seglbátur, sum var á veg til Tvøroyrar, um hjálp, tí bæði maskinan og seglini vóru gingin fyri 
Tyrlan hevur úr at gera við at bjarga fólkum úr neyð.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
28.07.2024 - 09:47

Í gjár bað ein seglbátur, sum var á veg til Tvøroyrar, um hjálp, tí bæði maskinan og seglini vóru gingin fyri. 

Báturin var tá staddur eystan fyri Suðuroynna.

Ein maður var í, sum kom úr Danmark.

Av tí at hann ongan streym og ongan hita hevði, var hann illa fyri.

Tyrla flutti hann á Landssjúkrahúsið.

Tyrlan fekk ikki tikið mannin av seglbátinum.

Tí sendi línuskipið Stapin, sum var til fiskiskap har á leiðini, ein bát eftir manninum, og haðani fekk tyrlan tikið mannin.  

Rescue Arun sleipaði seglbátin til Havnar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723