Fótbóltsfepur í Klaksvík

Fótbóltsfepur í Klaksvík
Nærum útselt er til seinna Champions League dystin millum KÍ og Malmø FF, sum verður spældur við Djúpumýru í Klaksvík í kvøld
 
30.07.2024 - 12:21

Veðrið er gott til fótbólt og hópurin styrktur, nú flestu spælarar eru tøkir eftir skaða. Tað sigur formaðurin í KÍ undan dystinum móti svenska meistaraliðnum Malmø FF, sum verður spældur í Klaksvík klokkan 19:45 í kvøld.

1250 atgongumerki eru til Champions League dystin, og tey allar flestu eru seld. Umleið 40-50 fjepparar eru komnir úr Svøríki, og harumframt hava sviar, sum halda summarfrí í Føroyum, keypt nøkur atgongumerki.

Malmø FF vann fyrra dystin 4-1, so tí er útgangsstøðið ikki tað besta hjá KÍ.

- Men vit trúgva uppá tað, og vit hava fyrr tikið mótstøðulið á bóli, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.  

Kringvarpið vísir dystin millum KÍ og Malmø á heimasíðuni. Vit byrja at senda klokkan 19:35. Leinkið til dystin er HER.

 

Tummas_Lervig

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425