Ayatollah Ali Khamenei: Teheran hevur skyldu til at hevna drápið á Haniyeh

Ayatollah Ali Khamenei: Teheran hevur skyldu til at hevna drápið á Haniyeh
Iran finst hvassliga at atsóknini í Teheran í nátt, har Hamas-leiðarin Ismail Haniyeh var dripin
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
31.07.2024 - 11:42

Atsóknin var framd klokkan tvey í nátt, lokala tíð, bara fáar tímar eftir at Ismail Haniyea hevði verið við til hátíðarhaldið, tá nýggi iranski forsetin Masoud Pe'zesh'kian var tikin í eið. 

Pe'zesh'kian fordømir atsóknina og sigur við almennu miðlarnar í landinum, at Iran fer at fáa hesar yvirgangsmenn at angra teirra feigu drápsatsókn móti Haniyeh.

Eisini andaligi leiðarin í Iran, Ayatollah Ali Khamenei, fordømir atsóknina.

Ayatollah Ali Khamenei sigur, at Ísrael hevur skapt sær sjálvum eina harða revsing. Eisini sigur Khamenei, sambært Reuters, at Teheran hevur skyldu til at hevna drápið á Haniyeh. 

 

Katar fordømir eisini atsóknina

62 ára gamli Ismail Haniyeh var ovasti í politbyronum hjá Hamas. Hann hevur síðstu árini búð í Katar, og síðani 2018 hevur hann staðið á listanum hjá USA við yvirgangsfólki.

Uttanríkismálaráðið í Katar fordømir atsóknina móti Ismail Haniyeh. Talan er um eina vandamikla víðkan av stríðnum, ljóða boðini úr Katar.

Eisini Russland og Turkaland fordøma atsóknina.

 

Ein politisk atsókn

Russiska uttanríkismálaráðið skrivar, at drápið á Ismail Haniyeh er ein politisk atsókn, sum ikki kann góðtakast. Og fyrsta reaktiónin frá Turkalandi er, at landið fordømir atsóknina og sigur í sama viðfangi, at ísraelska stjórnin hjá Netanyahu hevur ongan vilja at skapa frið í økinum. 

Eingin hevur tikið ábyrgdina av drápinum, men hildið verður, at Ísrael stendur aftan fyri álopið. USA hevur boðað frá, at tey fara at verja Ísrael, um landið verður álopið.

Í gjárkvøldið boðaði Ísrael eisini frá, at ein av ovastu Hizbollah-leiðarunum, Fouad Shukur, var dripin í einum álopi í Beirut.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097