Betrideildin rullar aftur: Hetta siga viðhaldsfólkini nú (fyrri partur)

Betrideildin rullar aftur: Hetta siga viðhaldsfólkini nú (fyrri partur)
Seinna hálva av fótbóltslandskappingini við monnum byrjar aftur. Her siga viðhaldsfólk sína hugsan um avrikini í fyrru hálvu, og tey hyggja eisini í glaskúluna
 
04.08.2024 - 13:08

 

Fyrra hálva hjá KÍ var nógv merkt av skaðum. Fleiri, sum mann visti um áðrenn kappingarbyrjan, og so eru fleiri komnir afturat; langtíðarskaðin hjá Jákupi B. Andreasen er nokk tann, mann er mest harmur um, tí hann er okkara týdningarmiklasti leikari. Um mann skal taka okkurt av tí góða, er tað heilt sikkurt, at mann vinnur nógvar dystir í evstu løtu. Har koma royndirnar sum topplið okkum til góðar 

 

Hvussu hevur venjarin/venjararnir klárað seg? 

Haakan Lunov skuldi ongantíð verið settur. Hann kláraði seg sera illa og var yvirhøvur ikki nóg væl fyrireikaður. Espen Haug hevur eftir umstøðunum gjørt tað okey. Hann hevur tapt tveir dystir ímóti liðum, sum liggja oman fyri okkum. Tað er ringt at góðtaka, men onkursvegna er tað okey.  

 

Besti spælarin, og hvør eigur at gera tað betri?  

Cédric Yambéré hevur verið okkara besti spælari higartil. Hann er góður defensivt og hevur skorað nøkur avgerandi mál. Mark Fabricius Jensen skal gera tað betri, um hann skal vera fyrsta val hjá KÍ. Av tí at hann er nýggjur í felagnum, veit eg ikki, um tað, sum hann hevur víst, er tað besta, hann kann?  


Cédric Yambéré í dysti ímóti Víkingi fyrr í ár. Franski miðverjin hevur verið bestur í KÍ í landskappingini higartil, heldur viðhaldsmaðurin, Martin Olsen. MYND: Leit

 

Hvør spælari í kappingini hevur imponerað teg mest higartil?  

Hanus Sørensen hevur imponerað meg sera nógv í einum nýggjum leikluti, og er eisini ein spælari sum undirheldur. Tað dámar mær sera væl. Flott mál, góðar dribblingar og lekkrar sendingar.  

 

Knappar metingar

Karakterur til KÍ (10 er best, 1 ringast):
Vit enda nummar?
Topp fýra? Víkingur, HB, KÍ, NSÍ. 
Niðurflytingarpláss? Skála og ÍF

 

 

Víkingur hevur havt sína bestu fyrru hálvu í søgu felagsins. Liggja nummar eitt, dominera flestu dystirnar, skora flest mál og lata fægst mál inn. Tá kanst tú ikki krevja nógv meir. Víkingarnir byrjaðu kappingarárið, eins og teir endaðu síðsta kappingarár. Nógvir sannførandi sigrar, og tá tað leikar meira javnt á, hava marginalarnir verið í okkara parti. Í mun til í fjør haldi eg, at tað serliga er verjuparturin, sum hevur ment seg. Bert sjey mál eru farin ígjøgnum í ár. So alt í alt er fyrra hálva avgjørt góðkend.  

 

Hvussu hevur venjarin/venjararnir klárað seg?  

Jóhan Petur Poulsen er heilin aftan fyri stóru menningina, sum Víkingur hevur verið ígjøgnum, síðan hann tók venjarapostin. Leikaramenningin hevur verið framúr, venjingarstigið er hækkað, og taktiska sn‎ildin hjá venjaranum sæst týðiliga. Harumframt hevur hann eisini lagt ein grundarstein fyri alla menningina hjá felagnum, bæði á gentu- og dreingjasíðuni. Eisini hevur Jóhan Petur ferð eftir ferð givið nýggjum ungum spælarum álit, tá spælarar fara úr felagnum. Hetta hevur hepnast væl, tí ungu leikararnir hava sanniliga tikið av møguleikanum. So alt í alt fær Jóhan Petur toppkarakter.  

 

Besti spælarin, og hvør eigur at gera tað betri? 

Besti spælarin hevur nokk verið Géza Dávid Turi. Géza hevur verið sera eyðs‎ýndur bæði í uppbyggjandi spælinum og í trýstspælinum. Martin Klein Joensen skoraði 16 mál fyri okkum í fjør. Í ár hevur hann bert skorað 3. Hetta er 0,41 mál verri í miðal enn í fjør. Við nógvu málunum farna kappingarár, hevur hann prógvað, at hann sanniliga hevur tað í sær.  

 

Hvør spælari í kappingini hevur imponerað teg mest higartil?  

Poul Kallsberg hevur veruliga víst síni evni hetta kappingarárið. Hann hevur fleiri ferðir verið dystaravgerðandi í ár, bæði við uppleggum og málum. Harafturat hevur hann eisini ein super sparkiteknikk. Frá fimm málum og trimum uppleggum í fjør til at hava skorað átta mál og lagt upp til 10 í fyrru hálvu í ár sigur alt.  

 

Knappar metingar

Karakterur til Víking: 10 
Vit enda nummar? 1  
Topp fýra? Vìkingur, KÍ, HB, NSÍ 
Niðurflytingarpláss? ÍF og Skála

 

 

Fyrra hálva hevur gingið munandi betur, enn roknað var við. Vit kláraðu at hála sigrar heim, sjálvt um tað stóð hart á. Hava spælt fínan og varierandi fótbólt. Og so hava vit vunnið dystirnar ímóti øllum teimum ‘stóru’ liðunum uttan Víkingi. Endin á fyrru hálvu kundi kortini verið betri. Her bleiv tað heldur stong út enn inn. Hetta eru helst útføll, sum kunnu henda við nógvum nýggjum og ungum leikarum.  

 

Hvussu hevur venjarin/venjararnir klárað seg?   

Venjararnir hava klárað seg sera væl. Við nógvum skaddum, ungum og óroyndum leikarum, tordu teir væl at royna ymiskar leikhættir og at nýta leikarar á ymiskum óvandum plássum. Tað eydnaðist heilt væl. Afturat hesum hevur høvuðsvenjarin eisini verið at sæð og hoyrt fyri tað góða og kanska eisini tað minni góða. Men tað vísir eldhuga, illsini og dirvi.  

 

Besti spælarin, og hvør eigur at gera tað betri? 

Áki D. Samuelsen hevur verið sera eyðsýndur. Eisini hava Teitur M. Gestsson, Bartal Wardum og Ejvind Restorff Mouritsen staðið seg sera væl. Eg sakni av álvara, at fleiri av útlendingunum blíva betri og geva liðnum meir. Eg eri sera skuffaður av áloyparunum, sum hava skorað alt ov fá mál.  


Áki D. Samuelsen hevur verið millum teir bestu í Betrideildini. Serliga hattrikkið ímóti KÍ í 14. umfari vísti dygdirnar hjá fótfima HB-veinginum: MYND: Leit

 

Hvør spælari í kappingini hevur imponerað teg mest higartil?   

Fleiri leikarar hava gjørt tað sera gott higartil. Géza Dávid Turi úr Víkingi hevur verið sera eyðsýndur. Petur Knudsen, NSÍ, Mattias Hellisdal, B36, og Áki D. Samuelsen, HB, hava eisini spælt sera væl.  

 

Knappar metingar

Karakterur til HB:
Vit enda nummar? 2  
Topp fýra? Víkingur, HB, KÍ og NSÍ 
Niðurflytingarpláss? ÍF og Skála 

 

 

B36 er stóra vónbrotið fyri tey flestu, eg kenni, og tað eru teir eisini fyri mítt viðkomandi. Víkingur hevur klárað seg sindur betur, enn eg roknaði við, og KÍ eitt sindur verri. Bæði liðini eru tó nøkulunda har, eg roknaði við, at tey fóru at vera. HB er liðið, sum hevur klárað seg nógv betur, enn eg roknaði við. Mær dámar ikki at rósa grannunum, men tað slepst ikki undan í ár. Tað kann tíverri gerast heilt stuttligt hjá teimum, nú teir eisini eru farnir at leggja upp á frameftir á vøllinum. 

 

Hvussu hevur venjarin/venjararnir klárað seg?  

Hvørki Dan Brimsvík ella Magne Hoseth hava klárað at fáa tað besta burtur úr leikarunum í hópinum; tað er sjón fyri søgn. Skaðar hava ávirkað hjá báðum venjarunum, summir leikarar raka ikki tað stigið, vit vita, teir hava, og aðrir leikarar eru bara ikki so góðir, sum roknað var við. Hetta fær teir báðar venjararnar at síggja verri út, enn teir í veruleikanum kanska eru. Magne Hoseth hevur ikki havt so nógva tíð enn, og vónandi klárar hann at føra liðið til eitt 4. pláss og ein søtan steypafinalusigur.  

 

Besti spælarin, og hvør eigur at gera tað betri? 

Marius Kryger Lindh er klárt besti leikarin hjá B36 í ár. Hann hevur gjørt tað væl betur, enn eg roknaði við. Mær dámar ikki at hanga einkultar spælarar út við navni, men har eru fleiri, sum hava spælt undir stigið, sum mann veit, at teir hava. Men nakrir burdu skammað seg og eru vónandi gúppaðir út til komandi ár.  

 

Hvør spælari í kappingini hevur imponerað teg mest higartil?  

Leikarin, sum stingur seg mest út fyri mítt viðkomandi, er Áki D. Samuelsen hjá HB. Hann hevur veruliga sligið ígjøgnum sum toppspælari í ár, og HB-framherjin hevur akkurát munin framman fyri Géza Dávid Turi úr Víkingi, sum eisini hevur verið framúr.  

 

Knappar metingar

Karakterur til B36:
Vit enda nummar?
Topp fýra? HB, Víkingur, KÍ, B36 
Niðurflytingarpláss? B68 og ÌF

 

 

Fyrra hálva av kappingarárinum hevur verið so sum so hjá okkum. Vit liggja nøkulunda har, mann hevði væntað at vera, men avrikini á vøllinum eru ikki í samsvari við úrslitini. Tað hevur ikki verið líka undirhaldandi at hyggja at fótbóltsdystum í ár, sum tað var í fjør. Útlendsku spælararnir hava ikki livað upp til stigið, teir áttu at havt. Harafturat hava lokalu spælararnir ikki víst líka nógv, sum teir vístu í fjør. Nú er so rist í posanum. Fimm spælarar eru farnir út, og tríggir eru komnir inn saman við nýggjum venjara.  

 

Hvussu hevur venjarin/venjararnir klárað seg? 

Tað hevur virkað sum, at venjingarstigið ikki hevur verið nóg gott. Tað er ikki rætt, tá ið summir spælarar ikki síggja út til at vera í formi, tá ið kappingarárið er komið í helvt, og liðið hevur ikki spælt so væl, sum tað átti. Avleiðingin var so, at vit fingu nýggjan venjara. Eg eri glaður fyri, at vit endiliga hava fingið eina føroyska loysn, so møguleiki verður at byggja okkurt upp, sum varir longur enn eitt kappingarár. Miðlarnir hava tosað nógv um, at kósin ella strategiin er broytt við venjaraskiftinum. Tað er púra misskilt. Strategiin er akkurát tann sama, sum tá kappingin byrjaði. Men, sum skilst, kláraði Steffen Landro ikki at liva upp til ætlanina.  


Géza Dávid Turi hevur verið millum bestu spælararnar í Føroyum í ár. Tað eru flestu viðhaldsfólkini samd um. MYND: Leit

 

Besti spælarin, og hvør eigur at gera tað betri? 

Tað er øgiliga lætt at finna spælaran, sum hevur skarað framúr higartil í ár. Tað er málmaðurin Sebastian John. Uttan hann hevði tað ikki sæð gott út. Verjuparturin hevur likið sum ein rustað trillubøra. Sebastian hevur bjargað okkum frá skommini. Vit hava havt ein danskan miðverja, sum milt sagt hevur spælt ræðuligt fyri tað mesta. Tíbetur er hann nú sendur til hús aftur. Um vit skulu klára okkum betur, má verjuparturin fáast upp á pláss sum tað fyrsta.  

 

Knappar metingar

Karakterur til 07 Vestur: 4  
Vit enda nummar? 5  
Topp fýra? Víkingur, KÍ, HB og NSÍ  
Niðurflytingarpláss? ÍF og Skála 

 

LES EISINI: Betrideildin rullar aftur: Hetta siga viðhaldsfólkini nú (seinni partur)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jólakonsert úr SALT (2:2)
149967
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185569
Mikudag 25. desember
Jól við Løkin 1:2
185547